1. Deild: NSÍ-B68 1-0

1 stjørnu2 stjørnur3 stjørnur4 stjørnur5 stjørnur (4 *, miðal: 5n00 av 5)
Loading ... Loading ...

NSÍ og B68 møttust í fyrstudeildardysti við Løkin í gjár.

Fyrstudeildarliðið hjá okkum hevur yvirhøvur staðið seg væl í ár, men nógvu javnleikirnir – teir eru heili 6 í tali frá 12 dystum – hava havt við sær, at stigini ikki eru so nógv, sum tey kundu verið eftir spælinum hjá okkara dreingjum. Undan dystinum lá B68 niðast á stigatalvuni og NSÍ fjórniðast.

Unga NSÍ-liðið stóð seg væl og vann dystin 1-0 við máli, sum Árni Frederiksberg skoraði tíðliga í seinna hálvleiki, í 51. minutti.

Dysturin gekk annars javnt á og var undirhaldandi at hyggja at hjá teimum, ið høvdu lagt leiðina fram við vøllinum. Verri gjørdist støðan ikki av, at talan var um lokaluppgerð millum ungar leikarar, ið kennast væl.

Fyri okkum leiktu:  Kristian Joensen, Per Langgaard, Bárður Midjord, Ásfinnur Sigvardsen, Viggo Hansen,  Arni Gregersen, Magnus Pauli Sørensen, Rógvi Højgaard (Nemanja Koncar 67′), Oddmar á Lakjuni, Árni Frederiksberg, Monrad Holm Jacobsen (Liðsk.)

Myndir frá dystinum, sum Birita Hansen tók, eru niðanfyri.

Ger viðmerking

Skriva viðmerkingina niðanfyri, ella ger eitt trackback frá tíni egnu síðu. Tú kanst eisini fylgja við hesum viðmerkingunum við RSS.

Telduposturin hjá tær verður ongantíð vístur. Kravdir teigar eru merktir *