NSÍ-B68: Týðandi sigur í tomum dysti

Hóast málmunurin kundi bent á eina tætta grannauppgerð, vóru okkara menn nærri einum størri sigri, enn toftamenn einum javnleiki, men dysturin fer avgjørt ikki í søgubøkurnar sum nakað stórt fótbóltsupplivilsi og kortini kundu vit ugga okkum við, at vit sóu Árna Frederiksberg frá síni allarbestu síðu, við eini røð av vandamiklum sendingum og eisini neyvum gjøgnumbrotum við eftirfylgjandi innleggum, sum bara manglaðu avgerandi tánna ella pannuna á.

Fyrri hálvleikur var annars ógvuliga tamur við lítlari leikferð – rímuliga javnur, har okkara høvdu yvirlutan fyrsta partin, meðan toftamenn vóru væl við løtuna, tá teir fingu málið – uttan kortini at koma til fleiri avgerandi møguleikar.

Fyrsta málið fingu vit í 15. minutti og tað var aftaná horna í vinstru síðu, har bólturin bleiv spældur útfrá og síðani innfyri í góðari hædd og inni fyri málinum var ein B68-ari óheppin at skalla beint í egið mál. 1 – 0  og hóast heppið mál, so heilt í tráð við leikgongdina higartil.

Seinnu hálvu av fyrra hálvleiki kom B68 betur við og tað eydnaðist teimum eisini at javna í 41. minutti. Tað var Óli Olsen, sum fekk bóltin og skjótt og hegnisliga dró framvið Jens, nakað uttan fyri brotsteigin í høgru síðu – dró inn í brotsteigin og sendi bóltin framvið Símun Rógva, sum var komin út ímóti. So var støðan 1 – 1

Stutt fyri hálvleik hevði Jannik ein risamøguleika, tá hann bleiv leysur í vinstru siðu, men B68 verjuleikari tveitti seg fyri skotið, so onki spurdist burturúr.

Fyrsta løtan í seinna hálvleiki minti nógv um fyrra hálvleik við lágari leikferð og nógvum spæli afturi á vøllinum, soleiðis sum spæliskipanin eftir øllum at døma leggur upp til, men sum hálvleikurin leið, bleiv spælið meira framrættað við gjøgnumbrotum og menn sóu út til at ætla meira enn ein javnleik. Serliga aftaná at Magnus bleiv skiftur inn á miðjuna og skipanin bleiv broytt til 4 í verjuni, Einar í vinstru, Per og Jens í miðverjuni og Monrad høgru megin, bleiv uppspælið munandi tryggari, meira beinleiðis og eisini vandamiklari, og serliga vóru tað Einar og Árni, sum vóru eyðsýndir við vandamiklum gjøgnumbrotum. Eitt av hesum gjøgnumbrotum endaði við góðum skoti frá Einari í tvørtræið og útaftur.

Toftamenn vóru sjáldan frammi í seinna hálvleiki, og kanska vóru teir eisini nøgdir við javnleikin, sum tóktist vera í eygsjón. Einstøk skjótálop við høgum sendingum inn í brotsteigin, sum Símun Rógvi lættliga tók sær av.

Avgerðin fall í 76. minutti aftaná deyðbóltsstøðu,  og tað var Nikolaj, sum fyrst tamdi við bringuni í tronganum av fólki uttarlaga í brotsteiginum mitt fyri – og sendi bóltin upp í handara málhorn. Eitt gott og týðandi mál, sum samstundis er tað fyrsta, ið Nikolaj hevur skotið í kappingini í ár.

Alt í alt ein uppiborin sigur til okkara menn, men kortini ikki nóg sannførandi, um fyritreytirnar hjá báðum liðum verða havdar í huga – men 3 týdningarmikil stig, í stríðnum at enda millum 4 tey ovastu.

Næsti dystur verður sambært leikskránni mikukvøldið kl. 18.30 á Argjum.

NSÍ – B68  2 – 1 (1 – 1)

1-0 Sjálvmál

1-1 Óli Olsen

2-1 Nikolaj Køhlert

NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad H. Jacobsen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv (88. Tobias W. Olesen), Jannik Olsen (56. Magnus H. Olsen) – Nikolaj Køhlert, Pól Jóhannus Justinussen, Jann Martin Mortensen (76. Jann Benjaminsen), Árni Frederiksberg– Klæmint A. Olsen

Skrivað hevur Eyðun Gaardbo

Líknandi tíðindi