U18 góða byrjan í FM-bólkinum

0

Mánadagin spældi U18 fyrsta dystin eftir summarsteðgin. Dysturin var spældur við Løkin móti AB, sum hevur Kára Reynheim sum venjara.
Okkara løgdu bragdliga fyri og trýstu frá byrjan AB heilt aftur á vøllin. Trýstið gav eisini úrslit, tí longu i 12. minutti bleiv 1-0 til NSÍ. Gormur vann bóltin í nærdysti við ein ABara miðskeiðis á vøllinum heilt útí í høgru og spældi Petur. Petur sendi ein stikning inn um verjuna til Jann, sum gjørdist púra leysur, men málmaðurin bjargaði í fyrstu atløgu. Bólturin stakk út til Hans Marius, sum avsluttaði trygt.
Tveir minuttir eftir gjørdist tað 2-0. Hesaferð var talan um gott samanspæl millum brøðurnar Benjaminsen. Tað var Jann, sum sendi Andra avstað í okkara høgru síðu. Tað passar væl til Andrasa vinstrabein, og hann skrúvaði elegant bóltin í málið úti við longra stólpa.
Nú sá út til, at tað kundi gerast ein stórsigur. Men í minuttinum eftir skoraði AB burtur úr ongum. Ein ABari fekk bóltin nakað uttan fyri brotsteigarmarkið og smekkaði til. Eitt gott skot, sum endaði í málinum til 2-1.
Nú fór ferðin eitt sindur úr dystinum. Okkara høvdu bóltin meira, men spælið hekk ikki væl saman. Menn høvdu hug at royna seg í mann til mann støðum, men tað gav lítið og onki. Nøkur horna spurdust burturúr, men tey vóru tom. Hinvegin stóð verjan væl, og AB hevði lítið at bjóða uppá.
3-1 bleiv tað stutt undan steðginum. Uppskriftin var tann sama sum við 2-0 málinum. Hesaferð sendi Jann Pætur avstað í høgru. Pætur tók eitt trekk inn í brotsteigin og smekkaði til. Eitt sera gott mál av verjuleikaranum, sum spældi ein góðan dyst á høgra bakki. 3-1 var hálvleikstøðan.
Seinni hálvleikur var rótutur. Tað skuldi ein deyðbóltur til, áðrenn vit fingu fjórða málið. Vit fingu eitt fríspark beint uttan fyri brotsteigin hjá AB, nakað út í vinstru síðu. Støðuna hava vit sæð fyrr. Petur stóð klárur at skjóta, og hann vísti enn einaferð, at hann hevur eitt spark í serflokki. Hann smekkaði bóltin upp um múrin og upp í hornið. So var 4-1.
Eftir hetta skifti venjarin, Jens Martin, nógv út. Nýggir menn sluppu at royna seg, og menn vórðu fluttir runt á onnur pláss. Hetta tók rútmuna eitt sindur úr spælinum. Tað er tó gott at síggja, at fleiri sleppa at royna seg, tí nógv fólk er at taka av.
Dysturin endaði 5-1. Seinasta málið skoraði Aron eftir skjott mótálop. Og aftur hesaferð átti Jann uppleggið. Hann reiv seg leysan í høgru og sendi eitt perfekt innlegg fyri føturnar á Aroni, sum avsluttaði trygt.
Okkara menn hava spælt nógvar góðar dystir, men hesin telist ikki teirra millum. Havast kann í huga, at hetta er fyrsti dysturin í einar tveir mánaðar, so góða spælið skal nokk koma aftur.
Hóast spælið ikki er komið heilt upp á pláss enn, so skaraði ein leikari burturúr hendan dystin. Tað var Jann Benjaminsen. Hann er skjótur og sterkur. Hann arbeiddi hart, eisini aftur eftir vøllinum og vann nógvar nærdystir. Í álopsstøðum er hann skjótur og tekniskur. Hann dugir at spæla og at seta mótstøðumenn av. Hendan dystin legði Jann upp til 4 av 5 málum. Spennandi verður at fylgja menningini hjá Jann.
Hetta er annar dysturin og annar sigurin hjá okkara í FM endaspælinum. Tað ger, at okkara liggja á fyrsta plássi í FM endaspælinum. Næsti dystur verður á útivølli móti 07Vestur.

Share.

Skriv et svar