1. deild: Mistu á stokkinum

0

Seinastu mongu árini hevur NSÍ havt lið í báðum teimum bestu deildunum. Næstbesta liðið hevur leikt í 1. deild. Seinastu árini hevur felagið brúkt hetta liðið sum eitt menningarlið, har ungu leikararnir – stuðalaðir av tilkomnum leikarum – kunnu royna seg og mennast til vaksnamannafótbólt. Í ár hevur gingist væl hjá sokallaða menningarliðnum. Liðið liggur á 5. plássi við 31 stigum, nú leiktir eru 22 dystir. Vert er eisini at nevna, at í hesum 22 dystunum hava ikki færri enn 38 ymiskir leikarar fingið spælitíð.
Leygardagin var heimadystur móti Víkingi á skránni. Víkingur er í nøkunlunda somu støðu sum vit, har teir brúka 1.deildarliðið sum menningarlið, og er tað tí mannað við sera ungum leikarum, sum royna at vinna sær mátt og megi at leika í bestu deildini.
Fyrri hálvleikur var tamur. Fáar spentar støður vóru. Størsta møguleikan áttu okkara, tá Dávid kom í góða støðu, men stútaði bóltin í fangið á málmanninum hjá Víkingi. 0-0 var hálvleiksstøðan.
Víkingur legði seg á odda í seinna hálvleiki. Teir fingu horna í høgru síðu, og bólturin kom í einum bleytum boga inn í feltið, har ein ljósabláur púra ótarnaður stútaði bóltin spakuliga í málið. Teir hildu seg hava fingið eitt gott mál, vit hildu, at verjuspælið var ov passivt.
Víkingaleiðslan helt ikki longi. Beint eftir vann Benjamin bóltin høgt uppi á vøllinum, tók eitt trekk inn í brotsteigin og smekkaði inn fyri málið, har Debes kom skoytandi og skoraði. Eitt áleyparamál. Og beint eftir hetta løgdu okkara seg framum. Vit fingu horna í vinstru og Debes var hægstur og stútaði í málið. 2-1 til NSÍ, og alt sá væl út. Løtuna eftir leiktu okkara væl. Einu ferðina spældi Jann Debes, sum trekkir heilt fram á baklinjuna, har hann við hælinum spælir út aftur til Jann, sum smekkar til, men víkingarnir kastaðu seg fyri skotið.
Víkingar høvdu ikki so nógv at bjóða uppá hesa løtuna. Tó fingu teir eitt horna, og søgan endurtók seg. Bólturin kom inn í feltið, og har stóð ein víkingur og stútaði í málið til 2-2.
Okkara fullu tó ikki í fátt. Teir vóru ágrýtnir og spældu til tíðir góðan fótbólt, til aðrar tíðir var spælið heldur rótut, tí menn royndu seg sjálvar. Og júst tað eigur tað at vera rúm fyri á einum menningarliði, tað at menn m.a. sleppa at royna síni evni at seta mótstøðumenn av. Nakrar góðar atsóknir bleiv tað tó til. Einu ferðina legði Aron ein góðan bólt inn í feltið, men Debes var ov óneyvur – ella ov stuttur. Størsti møguleikin var, tá Petur vann bóltin frammi á vøllinum eftir at okkara trýstu víkingarnar. Hann spældi Jann, sum smekkaði til, men bólturin brast í stólpan.
Best sum áskoðararnir høvdu innstillað seg til javnleik, og klokkan hevði rundað teir 90 minuttirnar, hendi nakað, sum eitt menningarlið eisini eigur at tola. Heldur enn at rudda bóltin burtur eftir enn eitt Víkingahorna, spældu okkara bóltin inn í feltið aftur, har ein víkingur takkaði fyri og høgdi bóltin í meskarnar aftan fyri ein prísgivnan Eli til 3-2. Tað gjørdist eisini endaliga úrslitið av dystinum.
Okkara lið spældi enn ein góðan dyst. Vit seta við og menna ungar leikarar. Hesaferð vóru Benjamin og Heðin við allan dystin. Teir gjørdu tað heilt væl. Heðin arbeiddi væl inni á miðjuni, har hann dugir at fordeila spælið. Benjamin stríddist úti í høgra borði. Hann var nógv við í dystinum og tók fleiri túrar fram eftir vøllinum. Hann legði eisin upp til útjavnandi málið. Samstundis er vert at hava í huga, at tað hevur týdning at hava royndar leikarar á liðnum. Hendan dagin skoraði Debes 2 mál og var støðug hóttan í álopspartinum. Og so var André Olsen sera sjónligur á miðjuni. Hann arbeiðir væl og spælir skilagott.
Komandi dystur er móti KÍ í Klaksvík.

Share.

Skriv et svar