U18: STEYPAVINNARAR!

Fríggjakvøldið var ársins fyrsta steypafinala leikt. Talan var um finaludystin hjá U18 har NSÍ og HB møttust – enn einaferð. Liðini eru bæði væl mannaði og fleiri Effo-leikarar eru á liðunum. Tí var eisini lagt upp til ein góðan og spennandi dyst í góðveðrinum á Tórsvølli, har karmarnir eru vorðnir so einastandandi góðir.
Okkara løgdu bragdliga fyri. Fyri at siga tað, sum tað er, so leiktu okkara ein brand fyrra hálvleik. Menn fluttu seg fyri hvørjum øðrum, menn stríddust í verjustøðu, menn søktu bóltin og tordu at spæla fótbólt, góðan fótbólt, hóast mótstøðuliðið æt HB.
Okkara fingu eisini fleiri heilt góðar møguleikar í fyrra hálvleiki. Fyrst fingu vit eitt fríspark í vinstru síðu. Tað varð tikið fram til Aron, sum lyfti bóltin inn um verjuna til Jann, sum úr góðari støðu smekkaði til, men við síðurnar av.
Løtu seinni tók Jannik eitt “reyt” fram í høgru síðu. Jannik er kvikur og knappur og hann torir at bjóða av. HB-leikarin, sum skuldi verja fyri, var um ein háls av lívliga Janniki. Tá Jannik er komin heilt fram á baklinjuna, spælir hann hegnisliga Mórits Heina inni í brotsteiginum. Mórits sær Jann standa púra leysan fyri málinum, og spælir honum eina perfekta avlevering, men HB-ararnir tveita seg fyri skotið, og onki spyrst burturúr.
Hetta sá spennandi út. Okkara leiktur væl, fluttu seg væl og funnu væl hvønn annan. Hetta fekk samstundis HB-arnar at renna runt uttan mál og mið. Teir royndu seg við longum sendingum og tóktust at satsa upp á deyðbóltar, horna og long innkast inn í feltið.
Okkara koyrdu á og spældu upp á allara tagentarnar í fótbóltspælinum. Vit fingu eitt fríspark beint uttan fyri brotsteigin. Aron smekkaði bóltin upp um múrin, men málverjin var sum ein køttur og fekk sligið bóltin út til horna.
Einaferð rykkir Petur seg leysan í vinstru, men úr spískum bjargar málverjin aftur. Okkara vísa aftur gott spæl, tá Petur spælir bóltin til Jann, sum rykkir á tvørs, áðrenn hann spælir Petur púra leysan, men málmaðurin bjargar aftur.
Eisini í kontrafasuni vóru okkara nærgangandi. Tað sást, tá Aron sendi eina langa sending fram til Jann, sum rann seg frá verjuni, men misti tamarhaldið á bóltinum.
Besta álopið í dystinum kom seint í fyrra hálvleiki. Tað var Aron, sum rykkir inn í brotsteigin, har hann spælir Petur púra blankan, men Petur er ikki heilt í javnvág og skjýtur upp um. Eisini Hans Marius fekk eina góða sending inn um verjuna, men aftur bjargaði málverjin. Seinasti møguleikin í fyrra hálvleiki kundi givið mál. Vit fingu eitt fríspark beint uttan fyri brotsteigin, og Petur varð settur at skjóta. Vit, sum hyggja at NSÍ, vita, at tað dugir Petur. Hesaferð var eydnan tó ikki við, tí bólturin brast í undirsíðuna á tvørtrænum og út aftur í spæl. Hálvleikstøðan var 0-0, og tað mundu okkara iðra seg um, tí teir høvdu møguleika til meira. Nú var spennandi at vita, um okkara megnaðu at halda fram við góða spælinum og trýstinum, sum teir høvdu lagt á HB.
Beinanvegin fingu vit svar upp á tann spurningin, tí longu í fyrsta minuttinum eftir steðgin bjargaðu HB-ararnir á strikuna, tá Jannik og Aron royndu seg eftir horna.
Løtu seinni vinnur Pætur, sum aftur leikti ein góðan dyst á høgra bakki, bóltin á miðjuni, fintar tveir mótleikarar av, áðrenn hann sendir ein góðan bólt inn í feltið, har Hans Marius er hægstur, men bólturin streyk fram við málinum. Eisini Mórits Heini kom í góða støða, tá Petur spældi hann leysan, men heldur ikki hann rakti málið.
Nú fóru teir í HB at røra upp á seg og royndu at koma til góðar støður. Teir vóru eisini vandamiklir til tíðir, men spælið tóktist heldur tilvildarligt. Teir satsaðu upp á einstaklingar heldur enn lið.
Í 75. minutti kemur so forloysandi málið. Vit hava horna í vinstru og inni fyri málið er Petur hægstur og stútar bóltin móti málinum, har málmaðurin og ein verjuleikari verja fyri. Sum ein køttur er Jóhann har og prikar bóltin í málið til 1-0 til NSÍ. Fantastiskt.
Nú legði HB nógv fyri fyri at javna. Teir fingu nógv hornaspørk, sum eisini vóru vandamikil, tí tey lógu dygst undir málinum. Men tað var eitt skjótálop, sum gav HB málið. Teit Jacobsen, sum var sjónligast leikarin hjá HB, fór einsamallur móti verjuni hjá okkum, og frá 20 metrum høgdi hann bóltin í handara síðunetið til 1-1. Eitt einastandandi væl skotið mál.
Nú tóktist sum um, at okkara vóru lúgvaðir, og tí kom HB til fleiri vandamiklar støður. Best, sum tað luktaði av longdari leiktíð, fekk Jann bóltin mitt á HB-hálvuni. Hann setti fyrst ein, so ein afturat av, trekti heilt móti baklinjuni og smekkaði til úr spískum. Bólturin streyk í málið, og so var 2-1 til NSÍ.
Nú ráddi um at halda tætt seinastu minuttirnar. Og best sum vit høvdu brúk fyri Karstin í málinum, so sló hann til. Tvær reisur kom HB-leikari leysur móti Karstini, men báðu ferðina kom Karstin út ímóti og bjargaði meistarliga. Sera týdningarmikið, um ein skal vinna ein tílíkan dyst. Og tað gjørdu vit eisini. Endaliga úrslitið gjørdist 2-1 til NSÍ, sum tí kundi taka steypin við inn til Runavíkar.
Samanumtikið spældu okkara ein branddyst, ikki minni. Allir stríddust manniliga. Skulu vit taka nakran burturúr, so slepst ikki undan Mórits Heina og Aron inni á sentrala miðvøllinum. Teir vóru allastaðni. Teir vunnu bóltin av HB-arunum og settu góð álop í verk. Teir vóru sjónligir allan dystin. Aron varð eisini kosin dagsins maður.
Og jú, tað er stuttligt av vinna. Til lukku við sigrinum, til lukku við steypinum. Njótið komandi dagarnar og so eru tit til reiðar at fara eftir greipuni.

Líknandi tíðindi