Triðbesta liðið skrivar søgu

Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð – møguliga nakrantíð – er triðbesta liðið hjá NSÍ flutt upp. Hetta merkir, at NSÍ verður umboðað í øllum deildunum næsta kappingarár.

3. deild hjá NSÍ vann í dag semifinaluna á útivølli ímóti FC Suðuroy. Dysturin endaði 0-3 til okkum, og málini skutu superveteranurin Eddie Mikkelsen, Andrias Klein á Líknargøtu og Jóannes Hansen.

Hjartaliga til lukku við uppflytingini.

image

Líknandi tíðindi