2017: Jens tekur eitt tørn afturat

27-ára gamli Jens Joensen hevur skrivað undir enn eina avtalu við barndómsfelagið NSÍ.

Jens hevur eftirhondini vunnið sær ógvuliga nógvar og góðar royndir í bestu deildini. Hann hevur spælt 168 dystir, og hóast hann er verjuleikari, so hevur hann eisini skorað 10 mál.

Jens er ein hart arbeiðandi stýrimaður á unga NSÍ-liðnum, og er hansara stríðsvilji ógvuliga týdningarmikil fyri liðið.

Vit síggja fram til enn eitt ár saman við Jens!

Líknandi tíðindi