2017: Tobias Wittus Olesen heldur fram

20-ára gamli danin Tobias Wittus Olesen hevur skrivað undir nýggja avtalu, ið er galdandi fyri næsta kappingarár.

Tá Jóhan flutti til danmarkar, so skaffaði NSÍ sær nýggjan spælara beinanvegin. Talan var um eitt óskrivað blað í føroyskum fótbólti, men venjarin kendi hann frá Silkeborg.

Og sigast má, at Tobias hevur verið ógvuliga raskur fyri NSÍ. Tað tók honum onga tíð at gerast fastur maður á besta liðnum, og vit eru ógvuliga spent uppá næsta kappingarárið saman við Wittus!

Tobias er farin ein lítlan túr til Danmarkar, men vit síggja hann aftur í Runavík um nakrar dagar, tá fyrireiking til næsta kappingarárið byrjar.

img_0025

img_0024

Líknandi tíðindi