2017: Per & Einar halda fram

0

Royndu verjuleikararnir Per Langgaard (25) og Einar Tróndargjógv (28) hava longt samstarvið við NSÍ. Báðir hava undirskrivað ein nýggjan 1-ára sáttmála.

Per hevur spælt 67 dystir í miðverjuni á besta NSÍ-liðnum. Hann hevur skorað tvey mál.

Einar hevur spælt heili 281 dystir í bestu deildini, so talan er um ein ógvuliga royndan leikara. Hóast verjukent útgangsstøði, so hevur Einar skorað 20 mál í bestu deildini.

NSÍ-hópurin er byrjaður at fyrireika seg til næsta kappingarár.

Vit síggja fram til enn eitt spennandi kappingarár við Løkin og kring klettarnar.

einar

per

 

Share.

Skriv et svar