Eliesar Olsen er nýggjur hjálparvenjari hjá NSÍ

NSÍ hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við 27-ára gamla Eliesar Jónsson Olsen, ið sostatt verður nýggjur hjálparvenjari hjá NSÍ.

Hóast sín unga aldur, so hevur Eliesar longu drúgvar royndir sum venjari. Hann var bara 24-ára gamal, tá hann var høvuðsvenjari hjá Skála í bestu deildini. Tá hevði hann enntá sjálvur ført teir upp í bestu deildina. Síðani hevur hann eisini verið høvuðsvenjari hjá EB/Streymi í bestu deildini. Seinasta uppgávan hjá honum var at standa á odda fyri besta liðnum hjá toftamonnum saman við Odduri Olsen.

Sostatt er venjaratoymið hjá NSÍ klárt. Anders Gerber er høvuðsvenjari og Eliesar Olsen er hjálparvenjari.

Jens Martin Knudsen er málmansvenjari og venjari hjá næstbesta liðnum.

Vit ynskja Eliesari hjartaliga vælkomnum til NSÍ!

Líknandi tíðindi