Sportigan og NSÍ leingja samstarvið

Nýggj 4-ára avtala er undirskrivað millum Sportigan og NSÍ. Frammanundan høvdu partarnir eina 6-ára avtalu.

Avtalan inniber, at Sportigan er klædnasponsorur hjá øllum liðunum hjá NSÍ. Avtalan ger tað møguligt hjá NSÍ at skifta øll spæliklæðini út, soleiðis at nýggir búnar eru til øll liðini komandi kappingarár. Hetta ber til í góðum samstarvi við Sportigan.

Nýggja avtalan merkir samstundis, at NSÍ skiftir frá Nike til PUMA.

Vit síggja fram til eitt framhaldandi gott samstarv við Sportigan.

Líknandi tíðindi