2017: Jonleif heldur fram

0

28-ára gamli Jonleif Højgaard hevur skrivað undir enn eina avtalu við NSÍ. Avtalan er galdandi fyri næsta kappingarárið.

Jonleif, ið er uppvaksin í B68, hevur seinastu tvey kappingarárini spælt 47 dystir fyri NSÍ. Hann hevur skorað 3 mál.

Tað gongur rætta vegin við at fáa hópin hjá NSÍ uppá pláss. Nógvir sáttmálar eru komnir uppá pláss, men tað er ikki sikkurt, at tann seinasti sáttmálin er skrivaður í ár. Livst, so spyrst.

Tað gleðir okkum, at kviki vongurin framvegis verður at finna í gulum!

jonleif2

Share.

Skriv et svar