Fýrverk frá NSÍ: Opið í morgin, nýggjársaftan!
Tit kunnu framvegis keypa fýrverk frá NSÍ. Opið er í Gulu Smiðju í morgin, nýggjársaftan, frá kl. 10 til 15.
Lutaseðilin er trektur í morgun, og hettar vóru vinnararnir: Nr 1. Gávubræv frá Atlantic Airways, virði 30.000 krónir, seðil nr 1292. Nr 2. Ferð og uppihald til Evropa Leage útidystin, seðil nr 1278. Nr 3. Makita skrúvimaskina, seðil nr 1149. Um tú hevur vunnið, so er at ringja til Dánial Hansen tlf 212782….
Kunning um flytingargluggan í ár. So er broyting (kravd av Fifa og Uefa) í, tvs at allir leikarar frá 15 ár og uppeftir, koma undir flytingargluggan. Tvs at aftaná 15 mars, so kunnu hesir leikarar ikki skifta felag. Tí hevur týdning á ár, at hava alt hettar skrásett innan 15 mars, tí tá stongir flytingargluggin,…
Leygardagin 5. apríl verður tilmeldingardagur fyri NSÍ leikarar. Tað sum er á skránni hendan dagin, er at tey sum skulu spæla fótbólt í ár, koma at gjalda fyri árið. Tilmeldingin verður í handlinum hjá Sportigan, Skálkur og Gellan millum kl 10 og 14 Sportigan letur 20 % avsláttur av NSÍ vørum tilmeldingardagin
Aðalfundurin hjá NSÍ verður mánadagin 17 februar í NSÍ hølinum. Skrá sambært lógum felagsins. Eisini er uppskot um viðtøku broyting í felaginum, og tí verður eyka aðalfundur beint eftir aðalfundin, um aðalfundurin ikki er viðtøkuførur.
B2 skeið verður í Tórshavn 14-16 & 21-23 februar 2014. Skeiðið er tilsamans 50 tímar og byrjar fríggjadag kl 16 og endar sunnudag kl 17. Skeiðið eru treytað av nóg góðari undirtøku. Endamál/innihald: B2 er framhald av B1 skeiðinum. Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum….
Vest Pack er aftur í ár ein at stuðlunum hjá NSÍ. Vit eru sera fegin um stuðulin frá Vest Pack.