Lima- & luttøkugjald online

Vit hava havt ein væleydnaðan tilmeldingardag, har børn upp til U16 høvdu møguleika at gjalda luttøkugjald og fáa nýggju vøkru spæliklæðini hjá NSÍ.

Um tað ikki bar til hendan dagin, so hevur tú nú møguleikan at avgreiða luttøkugjaldið á heimasíðuni hjá NSÍ. Tú finnur bjálkan ovast á síðuni. Síðani kanst tú kontakta venjaran viðvíkjandi klæðunum.

Tað er nú eisini møguligt hjá teimum eldru at avgreiða sítt luttøkugjald.

NSÍ fer nú eisini undir eitt átak við at skaffa nýggjar limir til felagið. Tað sum vanliga verður nevnt hvílandi limir. Tað hevði glett okkum almikið, um tú hevði tekna teg sum lim nú. Tað er møguligt hjá heilum húski at tekna seg fyri kr. 300. Síðani eru tað hjún (ella sambúgvar) kr. 250 og einstaklingar kr. 200.

Tað er týdningarmikið at avgreiða luttøkugjaldið skjótast møguligt. Um tú av eini ella aðrari orsøk hevur trupult við at gjalda lima- & luttøkugjøldini í einum, so er møguligt at kontakta ein nevndarlim í NSÍ, og greiða frá støðuni.

Saman standa vit sterk.

Líknandi tíðindi