Upptakt 1. umfar: NSÍ-EB/Streymur

0

Endiliga rullar bólturin aftur! Fyrsti heimadysturin hjá teimum gulu verður í morgin, sunnudagin kl. 15.00 ímóti uppflytarunum úr Sundalagnum, EB/Streymur. Allir dystir í bestu deildini eru truplir, men vit kunnu ikki lúgva okkum frá at vera favorittar.

Sambært liðskiparanum Klæmint A. Olsen, so hava vit fyrireika okkum væl.

– Nú telur tað aftur! Eftir ein langan og góðan uppstart eru vit nú komin til kappingarbyrjan. Uppstarturin byrjaði longu hálvan novembur, so vit hava verið í gongd í langa tíð. Skal man kunna hanga í Europa League plássunum, er tað ikki tíð til feriu. Vit hava vant væl í langa tíð og spælararnir eru væl fyri, so vit eru klárir at fara undir enn eitt kappingarár. Gleðiligt er eisini, at allir mans eru tøkir, so venjaratoymið hevur ein luksus trupulleika, tá ið liðið skal setast, og tað er gott!

Klæmint sær fram til eina spennandi uppgávu, og hann vónar at síggja nógvar áskoðarar.

– EB/Streymur, sum aftur eru í Effo-deildini, koma at vitja við Løkin í ársins fyrsta dysti. Ein spennandi uppgáva fyri okkum, sum vit skulu hava fulla úrtøku burtur úr. Vónandi koma nógv fólk at stuðla okkum til okkara heimadystir, tí tað er fyrst og fremst heima við Løkin, at vit skulu verja borg!

Vælkomin til dyst. Saman standa vit sterk!

 

Share.

Skriv et svar