1. deild: Jann Benjaminsen hat trick!

Næstbesta liðið hjá NSÍ spældi truplan útidyst ímóti Giza Hoyvík í dag. Okkara rasku menn vunnu ikki minni enn 3-0 ímóti Giza. NSÍ hevði yvirtakið stóran part av dystinum, og kundi enntá vunnið við fleiri málum, um menn vóru neyvir.

Stóra hetjan gjørdist Jann Benjaminsen, ið skoraði øll trý málini hjá NSÍ. Ein góð byrjan hjá Jann og 1. deild, og nú hava teir víst effo-liðnum vegin til í morgin.

Fyrsta málið var beinleiðis fríspark a la Neymar. Næsta málið var eftir upplegg frá Jannik, og triðja málið skoraði Jann eftir ein góðan solotúr.

Frálíkt!

Líknandi tíðindi