1. umfar: Trilvandi byrjan hjá okkara monnum 

0

Tað bleiv til javnleik í fyrstu royndini í ár. Anders Gerber hevði allar mans tøkar til dystin og vónirnar vóru góðar ímóti uppflytarunum úr Sundalagnum.

Var tað onkur, sum áðrenn dystin helt, at hetta fór at verða ein løtt uppgáva hjá okkara monnum, komu hesi skjótt á aðrar tankar. Eftir bert 3 minuttum løgdu EB/Streymur seg á odda 1-0. Rógvi Egilstoft Nielsen, sum mundi renna mest av øllum leikarunum á vøllinum í dag, dróg fram á vøllin við bóltinum. Komin eini 25 metrar frá NSÍ málinum leggur hann út í høgru til Leif Niclasen, sum sendir bóltin inn til Dan í Soylu, sum takkar fyri.

Okkara menn fótaðu sær toluliga skjótt og sótu á tí mesta næstu 90 minuttirnar. Hóast útiliðið gjørdi lívið stævið fyri okkara menn, byrjaðu so spakuliga málmøguleikar at koma burturúr stóru yvirvágini. Tá smáir 10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, tá bragdaði loksins. Einar Tróndargjógv finnur væl Árna Frederiksberg í vinstru síðu. Árni sleppur framvið EB/Streyma verjuni og leggur góðan bólt inn í málteigin, har Petur Knudsen fær skovlað bóltin inn í málið hjá Trygva Askham. So var 1-1 og vónin um trý stig til okkum hómaðist aftur ímillum heimaáskoðararnar.

Í seinna hálvleiki sótu vit aftur á at kalla øllum spælinum og komu eisini til nóg nógvar málmøguleikar til at vinna dystin. Tað skuldi tó vísa seg, at tað bleiv meira enn trupult at fáa bóltin inn um ein sera væl upplagdan Trygva Askham í málinum hjá EB/Streymi.

Okkara menn royndu til tað síðsta, men røsku EB/Streyma leikararnir hildu tørn og tá Kári á Høvdanum bríkslaði fyri seinastu ferð, stóð framvegis 1-1 á máltalvuni.

Eftir dystin var einki at ivast í, at leikararnir hjá okkum hildu seg hava mist tvey stig, meðan EB/Streyma leikararnir høvdu vunnið eitt stig.

Enn eru 78 stig eru eftir at spæla um.

Saman standa vit sterk!

NSÍ-EB/Streymur 1-1 (1-1).

hlp

Share.

Skriv et svar