Uni Leitisstein Hansen: – Errin at halda við NSÍ

0

Nú eitt nýtt kappingarár byrjar, lat meg bara siga tað alt fyri eitt: Eg eri errin av at halda við NSÍ. Tað arbeiði, ið verður gjørt fyri børn og ung í felagnum, er kanska tað besta í øllum landinum. Og tað er eitt fragd, at kunna siga, at vit vinna og tapa í bestu deildini við okkara egnu. Góða gongdin, felagið er í beint nú, er nakað, sum fólk í felagnum hava bygt upp frá grundini, og eiga tit stórt rós fyri tað. Flott.

Eg havi ikki altíð verið eins errin av halda við NSÍ, tíverri. Eg minnist eisini tíðina, tá NSÍ var eitt jojo-lið, og tað er nakað, ið vit ongantíð skulu uppliva aftur. Júst tí, er tað eitt fragd at síggja nakrar av okkara bestu leikarum gjøgnum tíðina venja ungdómsliðini, eitt nú Jens Martin Knudsen og Abraham Hansen. Hetta er vegurin fram, ið fer at tryggja, at NSÍ framhaldandi verður eitt felag, mann kann rokna við. Í grundini er hetta sami leistur, ið íslendingar hava brúk til at føra landið upp millum fremstu fótbóltstjóðir í Evropa.

Góða gongdin hjá NSÍ botnar í, at nevndin í felagnum tók eina djarva avgerð í 2012. NSÍ ynskti ikki at vera partur av tápiliga penga-resinum, har øll feløg biltu sær sjálvum inn, at tey spældu í Premier League. Fíggjarligu bremsurnar vórðu høgdar í, og útmeldingin var greið: Í NSÍ brúka vit okkara egna fólk og satsa upp á ungdómsarbeiðið, og so má tað røkka ella støkka.

Djarva avgerðin rakk á mál við Kára Reynheim sum venjara, og eigur hann stórt rós fyri, at hann ongantíð risti á hondini, men helt felagnum uppi. Men avgerðin hjá nevndini var eisini eitt greitt signal til ungu leikararnar í felagnum um, at eru tit ágrýtnir og venja hart, so skulu tit nokk fáa møguleikan, og felagið hevur hildið orð.

Tað er sanniliga eisini eitt fragd at síggja, at í NSÍ leggja vit okkum eftir at spæla skjótan og tekniskan fótbólt. Tað snýr seg ikki bara um at vinna, men eisini um spæla góðan fótbólt, og tað dámar mær væl. Góða fótbóltshugsjónin hjá NSÍ kom serliga væl til sjóndar í steypafinalunum hjá teimum ungu í fjør, tá NSÍ enn einaferð var umboðað í fleiri finalum. Vit vunnu ikki alt, men eg sá ungar leikarar, ið vóru væl vandir og vórðu eggjaðir til at vera djarvir, tá teir høvdu bóltin, og tora at spæla. Tað riggaði ikki hvørja ferð, men tá tað gjørdi, var tað einki minni enn fantastiskt at eygleiða. Og tað bleiv ongantíð sett niður á ein leikara, fyri at gera ein feil, tá hann royndi at brúka bóltin skilagott.

Úrslitið av tí arbeiði, tit gera í felagnum, er hareftir. Sum eg dugi at síggja tað, so hava vit til hetta kappingarárið tvey heil lið av leikarum, ið allir eru nóg góðir til at spæla í bestu deildini – og væl og virðiliga tað. Vit hava teir royndu, ið eru góða kjarnan á liðnum, og so hava vit teir ungu, ið eru ótrúliga skjótir og tekniskt væl fyri.

NSÍ-liðið er ríkiliga gott til at vinna meistaraheitið, og at tað ikki er hent seinastu árini er eitt sindur óskiljandi. Klóku høvdini hava tosað um, at tað mangla mannfólk og leiðarar á liðnum, og hava annars havt úr at gera við at niðurgera okkara menn. Onkursvegna er tíðin búgvin hjá okkara monnum til, at teir veruliga afturvísa øllum hesum tvætlinum á vøllinum. At teir hvør í sínum lagi taka sær um reiggj og seta fótin niður og siga, eins og Gandalf gandakallur segði í Lord of the Rings: “You Shall Not Pass!”

At vinna og vera ein vinnari snýr seg um hugburð. Um at leikararnir hvør í sínum lagi siga, at tað skal vera tann …….. lygn, at Atli Gregersen, ið vist nokk gekk í flokki saman við Sigmundi Brestirssyni, skal vinna á mær; at Hans Jørgin Djurhuus, ið einans hongur saman av gaffatapi og fananskapi, skal vinna nakra takling móti mær. At hvør leikari tekur ábyrgd fyri, at liðið vinnur.

Eg havi spælt á einum vinnaraliði, og tað var unglingaliðið hjá NSÍ, sum gjørdist føroyameistari tvey ár á rað í 1989 og 1990. Hetta vóru fyrstu unglingameistaraheitini hjá felagnum. Vit vóru, við allar virðing, langt frá besta liðið í landinum mann fyri mann. Men hesi árini vístu mær, at tað er yvirhøvur ikki snýr seg um at hava bestu leikararnar, hóast góðir leikarar skulu til. Tað snýr seg um at hava besta liðið. Gaman í, vit høvdu nøkur av størstu talentunum í landinum. Tað er ikki av tilvild, at Djóni Nolsøe Joensen endaði á landsliðnum, og at Súni Fríði Barbá gjørdist ein av mest skorandi áleyparum í føroyskum fótbólti. Vit høvdu kanska eisini tvey av størstu talentunum, ið vit hava sæð í Føroyum, men rættiliga fá kenna, nevniliga Jan Berg Jørgensen og Ólavur Jacobsen. Men so høvdu vit eisini arbeiðsmenn, ið bara gjørdu tað skitna arbeiði og hildu liðnum saman. Har var samanhald og vilji, og allir leikararnir kendu sín leiklut og yvirspældu hann ongantíð. Og so vóru allir leikararnir eisini leiðarar, ið tóku ábyrgd, og eingin gav nakrantíð upp.

Tað er har, NSÍ er komið til í dag. Nú má vera nógv mikið við at onnur sleppa at kalla okkara menn fyri dreingir og niðurgera okkum. Tað upp til okkara menn siga, at nú kann vera nokk: “You shall not pass!” og vinna hatta meistaraheitið.

Góðir, góðir, góðir.

Gott kappingarár.

Uni Leitisstein Hansen, NSÍ-fjeppari

Share.

Skriv et svar