2. umfar: Víkingar fóru við øllum

Lagt varð upp til eina spennandi uppgerð við Løkin í dag. Bæði liðini fingu javnleik í fyrsta umfarinum, og tískil manglaðu bæði ein sigur. Víkingur fekk einsamalla málið í dystinum í fyrra hálvleiki, og tískil kundu tey fara væl nøgd avstað aftur.

Fyrri hálvleikur var rímiliga javnur. Størsti parturin av fyrra hálvleiki var uttan stórar møguleikar, hóast bæði liðini royndu sítt. NSÍ hevði eitt skifti fýra hornaspørk upp í slag.

Tá 37 minuttir vóru spældir bragdaði hjá Víkingi. Eftir hornaspark hevði NSÍ trupult við at rudda burtur. Eftir eitt sindur av tilvild aftur og fram endaði bólturin hjá Filip Djordjevic, ið legði hann til vinstra beinið, og plaseraði framvið Símun Rógva og umvegis stongina og í mál.

Árni Frederiksberg hevði bestu NSÍ-royndina stutt aftaná, tá hann skeyt hornaspark beinleiðis upp á mál. Talan var tó um stong út fyri NSÍ.

NSÍ hevði yvirtakið í seinna hálvleiki, men inn vildi bólturin ikki. Árni rakti enn einaferð stongina, og annars vóru fleiri støður, har tað var nær við. Víkingar vóru eisini farligir í kontrastøðum, men einki mál kom afturat í seinna hálvleiki.

Sostatt vann Víkingur við einum máli ímóti ongum.

NSÍ heldur fram við síni trilvandi byrjan, hóast spælið til tíðir var fínt í dag. Men stigini mangla, og nú skulu teir gulu helst fáa fult í Gundadali ímóti B36 í triðja umfari. Og tað er ikki ein løtt uppgáva.

Enn eru 75 stig eftir at spæla um.

slp

Líknandi tíðindi