Venjingartíðir dagførdar
Á bjálkanum ovast á heimasíðuni síggjast dagførdu venjingartíðirnar.
Flestu liðini eru byrjað at venja. Av teimum yngru er tað bara U6, ið ikki er byrjað. U6 byrjar at venja nú mikudagin 22. mars 2017.
Komandi kappingarár kemur 26 ára gamla Evelin Da Silva Mastropasqu at leika við NSÍ. Evelin er ættað úr Brasilia, og kom til Føroyar í 2021, at leika við 07 Vestur. Í summar skifti Evelin til B36. Evelin er ein sterkur og arbeiðssamur miðvallari, sum er væl fyri tekniskt. Í 54 dystum, hevur hon skora heili…
Hvørt vikuskifti spæla fleiri hundrað NSÍ-arar dystir kring landið. Í morgun spældu okkara góðu U8-gentur kapping á Eiði. Tær vóru ógvuliga raskar, og vunnu tær 3 av 5 dystum. Tær spældu ein dyst javnt 3-3, og í seinasta dystinum taptu tær ímóti einum ógvuliga góðum ÍF-liði. Á NSÍ-liðnum í dag vóru Malan, Ida, Marta, Sunnvá,…
Høvuðsvenjari, Øssur Hansen, hevur úttikið 20 leikarar til venjingarkapping í Spania. Ímillum teir 20 leikarnar eru Jón Petur Thomsen og Teitur Knudsen úr NSÍ. Báðir tveir hava leikt við besta mansliðnum í ár. 17 ára gamli málverjin, Jón Petur, avloysti Kristian Joensen, meðan hann var úti við skaða, og 18 ára gamli miðvallarin, Teitur Knudsen,…
Heimadystir: 9.30 Smápiltar (NSÍ a- AB a- B36 a- B36 b) Leygardagin 14/5 Løkin 9.30 Piltar (NSÍ d- Skála b- HB e- Vík b) Leygardagin 14/5 Løkin 11.15 Smápiltar (NSÍ b- NSÍ c- AB b- AB c) Leygardagin 14/5 Løkin 11.15 Piltar (NSÍ a- EB/s- B36 a-B71) Leygardagin 14/5 Løkin 20.00 G. 14 – 17…
Aðalfundurin verður mánadagin tann 18 feb kl 19.00 í NSÍ hølinum. Aðalfundurin verður hildin eftir hesi stevnuskrá: Val av fundarstjóra. Val av skrivara. Formansfrágreiðing (Starvsnevnd) fyri undanfari ár. Grannskoðaður roknskapur verður framlagur til samtyktar. Formansfrágreiðing (Fótbóltsnevnd) fyri undanfari ár. Møgulig uppskot frá nevndini. Innkomin uppskot. Val av starvsnevndarlimum við tiltakslimum. Val av fótbóltsnevnd við…
Vit kunnu við gleði kunngerða, at NSÍ og Malene Madsen hava gjørt avtalu um, at hon verður fysiskur venjari hjá NSÍ kvinnum komandi kappingarár. Malene er útbúgvin fysioterapeut og starvast til dagligt í Fysiogym. Vit í NSÍ ynskja henni hjartaliga vælkomnari. Saman standa vit sterk.