Gerber: Fult uppiborin sigur

NSÍ vann í dag við fýra málum ímóti ongum vesturi í Vágunum.

Tað varð lagt upp til ein truplan útidyst ímóti einum liði úr bestu deildini. NSÍ sat tó á øllum allan dystin, og teir gulu avgjørdu dystin í fyrra hálvleiki. 07 Vestur hevði at kalla ikki ein málmøguleika í fyrra hálvleiki, ímeðan NSÍ skoraði heili fýra ferðir.

Fyrst var tað Bárður Jógvansson Hansen, ið skoraði sítt fyrsta mál fyri NSÍ. Síðani var tað Betuel Hansen, ið skoraði eftir horna frá Árna Frederiksberg. Eftir hetta stemplaði toppskjúttin seinastu fýra árini inn. Klæmint A. Olsen skoraði tvey mál áðrenn hálvleik, og síðani var dysturin í veruleikanum avgjørdur.

NSÍ hevði nógvar møguleikar at økja um leiðsluna, men dysturin endaði 4-0 til NSÍ.

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Anders Gerber, var sjálvandi væl nøgdur eftir dystin: – Talan var um ein uppibornan sigur á einum truplum vølli. Tað var gleðiligt at síggja, at leikararnir vístu yvirskot av orku í dag, sigur Anders Gerber.

NSÍ er sostatt víðari í steypakappingini.

Næsti dysturin er tó í landskappingini, tá ein trupul útidystur ímóti B36 er á skránni næsta leygardag.

Løgmanssteypið: 07 Vestur-NSÍ (0-4) 0-4

slp

Líknandi tíðindi