Klæmint: – Rættvíst úrslit

0

4. umfar: KÍ-NSÍ 2-2 (0-1)

NSÍ spældi aftur javnt í fjórðu royndini at vinna sær fulla úrtøku. Talan var tó um eitt góðtikið úrslit og avrik ímóti einum av stóru favorittunum at vinna FM í ár.

Tað byrjaði væl, tá Árni Frederiksberg lumpaði verju og málmann við einum gløggum frísparki úr høgru síðu hjá NSÍ. Bólturin støkk í vøllini eini 2-3 metrar framman fyri Kristiani í KÍ-málinum, og hann stóð sum negldur á linjuni og bólturin fór beina leið í málið. Hendan støðan helt sær til hálvleiks, hóast Bárður Jógvansson Hansen hevði ein fríleypara, og kundi havt økt til 0-2.

Tað gekk aftur og fram allan dystin, men í 69. minutti dømdi Alex Troleis brotsspark, tí bólturin rakti NSÍ-leikara í hondina. Jóannes Bjartalíð umsetti til mál. Støðan hjá NSÍ gjørdist verri í 85. minutti, tá álop ígjøgnum vinstru endaði við innleggi til Páll Klettskarð, ið takkaði fyri við einum vøkrum máli.

Toppskjúttin og liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, vildi tað tó øðrvísi, tá hann tveir minuttir áðrenn lokna leiktíð hegnisliga útnyttaði retur frá skotinum hjá Peturi Knudsen. Bæði liðini royndu at vinna dystin, men fleiri mál komu ikki við Djúpumýru.

Klæmint A. Olsen helt eftir dystin, at úrslitið var rættvíst:

– Dysturin í dag var góður og spennandi, vit høvdu leingi eina 1-0 leislu og høvdu so at siga kontroll á støðuni, so fáa teir eitt brotspark og javna. 5 min fyri dystarlok fáa vit ein vátan vøtt tá ið teir skora til 2-1, men heldigvís megna vit at svara aftur og javna til endan. Ein spennandi dystur, sum kundi fari báðar vegir, so javnleikur er nokk eitt rættvíst úrslit.

Klæmint sigur víðari, at hann heldur, at støðan á tabellini stendur til at bjarga:
– Tað telur seint, tá ið man ikki vinnur fótbóltsdystir, men at fáa stig bæði í Gundadali og í Klaksvík er eingin katastrofa. Vit hyggja frammeftir og hugsa um komandi dyst ímóti HB á heimavølli, vónandi kunnu vit tvífalda stigini á tabellini sunnudagin.
slp
Share.

Skriv et svar