5. umfar: Fyrsti sigurin kærkomin!

NSÍ-HB 1-0 (1-0)

NSÍ vann í dag á heimavølli ímóti HB. Málið kom longu í 12. minutti, tá Árni Frederiksberg legði væl innfyri úr vinstru, og Klæmint A. Olsen hegnisliga lyfti uppum Teit í HB-málinum. NSÍ hevði møguleikar til at leggja seg á odda 2-0, og HB hevði eisini onkra roynd í fyrra hálvleiki.

Fortreytirnar broyttust eitt sindur ímóti endanum av hálvleikinum, tá Eiler Rasmussen gav Einari Tróndargjógv beinleiðis reytt fyri eina takkling. Um tað var reytt ella ikki, skal nsi.fo ikki meta um, men NSÍ-leikararnir vóru alt annað enn nøgdir.

Seinna hálvleik spældi HB við 11 ímóti 10, og sótu teir sum roknað varð við á tí mesta spælinum. Teir vóru eisini um reppi at javna eini tvær ferðir. Fyrru ferð tá Stankov fer ígjøgnum og leggur innfyri. Bólturin rullar mestsum eftir linjuni, men fer ikki inn. Seinni er Pingel fríður við málmanninum, men skotið fer við síðunar av.

Í hinum endanum er Pól Jóhannus Justinussen ógvuliga nær við at javna eftir innlegg frá Bárði J. Hansen. Pól Jóhannus klárar akkurát ikki fram til innleggið, í eini støðu har hann annars var púra leysur við málmanninum.

Árni Frederiksberg, ið enn einaferð legði upp til mál, var væl nøgdur eftir dystin:

– Talan var um ein liðinnsats, har allir geva seg 110%, og tað plagar at geva úrslit. Vit vóru nærri 2-0, enn teir vóru við 1-1. Næsta uppgávan er ein spennandi dystur við Stórá ímóti toppliðnum, har teir koma við fysikki og nógvum langum bóltum. Vit skulu matcha fysikkin, og síðani spæla okkara spæl, og so skulu vit nokk fáa eitt gott úrslit, sigur Árni at enda.

Næsta sunnudag fara trúgvu guliganz suður at stuðla teimum gulu, ið skulu spæla ímóti oddaliðnum í effodeildini, TB/FCS/Royn.

Líknandi tíðindi