Súni Fríði hugleiðir um NSÍ: – ‘Sverri & Havna Jákup’

1

Vøllurin við Løkin liggur einans 400 metrar frá barnaheiminum hjá mær. Pápi mín Henning Johannesen (Ning) misti ikki ein tann einasta fótbóltsdystin hjá NSÍ í 70-80’unum til hann brádliga doyði í 1983. Eldru beiggjarnir og systurin spældu eisini við NSÍ. Sostatt kann mann róliga siga, at undiritaði vaks upp við NSÍ, sum var ein natúrligur partur av uppvøkstrinum fyrstu nógvu árini.

Í hesari nostalgisku hugleiðingini, havi eg valt at nevna ávísar/øðrvísi hendingar frá NSÍ tíðini umleið 1979-81.

Í 1979, 80 og 81 var navnframi Sverri Jacobsen sáli úr Havn venjari hjá NSÌ. Hann hevði í 1978 vunnið ”the double” sum leikari við HB. Umframt tað var hann kendur frá føroyska landsliðnum, bæði í fótbólti og hondbólti

Á Glyvrum búði Havnamaðurin Jákup Jacobsen sáli, sum vit á eystara armi skálafjørðinum betri kendu sum Havna Jákup.

Havna Jákup og Sverri Jacobsen vóru svágrar, og tað er eingin loyna, at tað var Havna Jákup, sum yvirtalaði táverandi nevndina í NSÍ at fáa Sverra til venjara, tá felagið skuldi royna seg fyri aðru ferð í bestu deildini í 1979.

NSÍ flutti niðuraftur í 1979. Men hesaferð var úrtøkan betur enn fyrsta royndin í 1977.

Vit eru í fyrru helvt av 80’unum.  NSÍ er aftur í næstbestu deildini. Sverri hevði lokkað ungu Kyndlaleikarnir Jens Mohr Askham systkinabarn Heðin Askham (fyrrverandi venjara hjá NSÍ) og Birgir Hansen fyrrverandi landsliðsvenjari í hondbólti hjá Føroyum, at koma til Runavikar at hjálpa liðnum.

Birgir Hansen vandi og leikti bara nakrar venjingardystir hetta árið, aðrenn hann valdi at fara aftur til HB. Vinstrabeinti Jens Askham spældi harafturímóti alt kappingarárið á vinstra bakki.

Eitt kvøldi í apríl/mai mðr. í 1981 vóru Sverri og Jens á veg til venjing í nýggja orangi litta Opel Ascona 1.9 bensin bilinum hjá Sverra. Hetta var ein flottur bilur. Veðrið var ikki meira enn næstbest.

Komnir til Hvalvíkar er óhappið úti, og bilurin fer útav. Bilurin endar á takinum og fer rættiliga illa.

Tá letur í Sverra: ” Jens, ert tú í lagi”? Jens svarar spakuliga: ”Eg veit ikki?” Sverri, sum altíð var ein vinnari og skundar sær at siga: ”Vit hava ikki tíð at verða her, ella koma vit ov seint til venjingina. – Vit mugu skunda okkum at ringja eftir bili at koma eftir okkum.”

Hiðani gekk leiðin í nærmasta hús í Hvalvík. Harfrá ringdi Sverri til Havna Jákup, og bað hann koma eftir teimum. Eisini hevði  hann ringt til Hansemann í Dølum, sum hevði snarhjálp í Havn um tað mundi at koma og taka bilin upp. Ein tíma seinni vandu teir í Runavík, sum einki var hent.

Hevði hetta verið í 2017, kunnu vit skjótt verið vís í, at bæði sjúkrabilur hevði komið á staðið, og sálarhjálp hevði verið veitt.

Seinni um kvøldi vandi Birgir Hansen við HB á niðara vølli í Havn, tá sær hann lastbilin hjá Hansemann í Dølum koma koyrandi oman ígjøgnum Gundadal við bilinum hjá Sverra í lastini og mold/grasrokið rennur frá bilinum, sum sá nakað ótespiligur út.

At Sverri var seriøsur sást, tá hann hevði loyvt øllum leikarunum í býin eftir ein dyst leygardag. Mánadagin eftir gjørdi hann ikki mætari enn at súkkla allan vegin eftir oyggjarvegnum norður til Runavíkar til venjing við flottu kappsúkkluni. 

Í fyrru helvt av 80’unum var ein onnur øðrvísi fótbóltshending í Sørvági. Vit skuldu møta SÍ í Sørvági. NSÍ hevði útvegað sær ein gamlan Mercedis buss at koyra til dystir. Tá var tað ikki sum nú, at leikarar og áskoðarar ferðaðust hvør sær til dystir. Havna Jákup, sum var formaður í 1981 koyrdi bussin.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki senda sørvingar eitt høgt innlegg í brotsteigin hjá NSÍ. Petur Mohr, sum var málverji hjá NSÍ tekur bóltin lættiliga niður. Hann kastar bóltin til Ivan Højgaard, sum er staddur inni í brotsteiginum hjá okkum. Hvat ger Ivan? – Jú, hann ger ikki mætari enn at taka bóltin upp í hendurnar og leggir síðani bóltin á 5 metur teigin, sum um tað er málspark. Ivan tekur málsparki niðan á miðjuna. Tá bríkslar Ímundur Hansen, pápi fyrrverandi formannin í B36, Sámal Imundarsson, ið var dómari. Hann fór fyrst út til Danny Danielsen, sum var linjuverji. Brotspark, tí at bólturin ongantíð hevði verið aftanfyri baklinjuna, tá Petur Mohr tók bóltin.

Vit sótu fleiri í bussinum í regninum og hugdu. Tá er Havna Jákup skjótur út úr bussinum og inn á vøllin at mótmæla brotsspark dómin.

Eftir einar 5 minuttir við mótmælum, sleppa sørvingar at skjóta brotssparkið. Teir skora, og vit tapa dystin.

Komnir heimaftur við NSÍ bussinum, eftir at hava etið tiltiknu pylsurnar í pylsuvogninum á kajuni í Vestmanna, gekk leiðin út á fótbóltsvøllin í Runavík.

Dystur er tá millum samansetta unglingaliðið hjá NSÌ/B68 og KÍ. Tá møtti eg Alex Lamhauge sála úr Rituvík, sum var ein av trúgvastu NSÍ fjepparinum, men eisini ein av teimum mest krevjandi. Hann hevði av onkrari orsøk ikki verið í Sørvági fyrr á degnum. Alex spurdi meg, hvat úrslitið varð í Sørvági. Eg svaraði aftur, at vit taptu. Tá kemur tað forhánisliga frá honum: ”Taptu í Sørvági – so er tað fyrstu ferð, at SÍ hevur vunnið síðani kríggi.” Hann sipaði helst til, at SÍ vann eina av fyrstu landskappinginum, sum FSF skipaði fyri eftir kríggi. SÍ vann kappingina í 1947.

Annars kann eg til seinast skoyta uppí, at Havna Jákup var ein ógvuliga entusiastiskur persónur, sum gekk uppí fótbóltin við lív og sál. Hann og konan fluttu inn á Glyvrar í 1975. Har hevði hann hann koyriskúla. Seinni seldi hann ØL og Sodavatn fyri Restorff bryggjarí í sethúsinum á Glyvrum. Kann leggja afturat, at pápi Havna Jákup, Emil Jacobsen sáli úr Havn var ein av stovnarinum av B36.

Minnist serliga eina hending við Havna Jákup, tá hann kom til mín úti á vøllinum, tá teir manglaðu ein linjuverja til ein dreingjadyst. Hann kallaði meg fyri beiggi: Kanst tú ikki vinka? Eg tordi ikki annað enn siga ja. So leggur hann afturat – sum eg enn minnist sera væl: Kemur ein av leikarinum hjá útiliðnum ov langt fram, so vinkar tú offside hvørjaferð. Er tað ein NSÌ leikari, so letur tú dómaran døma.

Við ítróttarkvøðu

Súni Fríði Johannesen

Greinin er skrivað til ‘Vespuna’, sum er leikskráin hjá NSÍ.

 

Share.

1 kommentar

  1. Jens Askham on

    ein super grein tú hevir skriva , ja hatta vil altíd sita í minninum, Sverri var fantastiskur, og hann er saknadur.. ein fín tíd og fínir kammeratar man fann í Runavík.. Sjálvt umm man er inkarneradur HB’ari so havi eg einkji ímóti at teir gulu tóku stikkid

Skriv et svar