Djóni Nolsøe Joensen: – Glyvra-plen, okkara paradís á jørð!

0

Komin í 40’ini er ikki frítt, at tankar mangan leita aftur har til sum alt upprunaliga byrjaði. Har sum ein vaks upp og lunnar blivu lagdir undir vaksnamanna tilveruna.

Tá eg vaks upp á Glyvrum í byrjanini av 70’unum og 80’unum virkaði tað uppá meg sum um, at heimurin ikki var størri og rakk longri enn inn í Skálabotn, yvir til Stranda fjall og út í Runavíkina.

Í mun til ídag har I-phones og I-paddurin eru við at fáa fastatøkur á okkara uppvaksandi ættarliðið, høvdu vit tá Glyvragjógv, ósan, lítlu-keiina á Bakkafrost, Kirkjustein og so Glyvra-plen sum okkara spælipláss og sosialiserings-plattformar. Tað kendist yvirskoðiligt og betryggjandi fyri okkum børn at vaksa upp soleiðis. Tá vit so sum smádreingir eisini fingu fjallboð frá sjálvum Jørgen bónda og fóru í ‘kríggj’ býlingi móti býlingi, ja so føldu vit okkum sum ordiligar kalar.

Tað er so nógv ein kundi tikið fram, men serliga havi eg hug at nevna teir tiltiknu dystirnar á Glyvra-plen um hesa tíðina millum GB (Glyvra Bóltfelag) og RB (Runavíkar Bóltfelag). Head-menn fyri liðunum báðum og liðformenn vóru teir báðir málmennirnir Henrik Weihe Joensen (GB) og Jonhard Hansen (RB). Sermerkt fyri hesar báðar var, at Henrik ongantíð spældi við málmanshandskum og at Jonhard altíð og enn, bar kasjett.

Tá hesir báðir høvdu avrátt dyst, komu runavíkingarnir altíð koyrandi á súkklu eftir ovara vegi við fullari ferð, hetta var tíðin áðrenn foreldur vóru byrjaði at koyra børn til og frá fótbólti:-) Minnist serliga væl hvussu spentir vit glyvra dreingir stóðu niðri á plenuni, tá hesin riðilin av súkklum kom undan bláa húsinum hjá Olafi Olsen, fyri at vita, hvussu teir nú vóru mannaðir og tískil hvussu vánirnar fyri líkinda úrslitið fóru at blíva. Tað var ongin slingur í valsinum og disiplinini hjá Jonhard’sa monnum, teir súkklaðu allir í eini beinari linju á veg til dyst.

Tá so dystur var farin í gongd og dreingir vóru blivnir eitt sindur heitir, ja so gretti tað ikki, at altan hurðin hjá Jákupi Egholm fór upp og út trein Jákup sjálvur við sigar í munnklovanum. Jákup visti akkurát hvat veika punktið hjá runavíkingum var, tá um illsinnið ræður og hvørjaferð byrjaði hann at rópa onkra viðmerking oman á vøllin til Hans Hansen (Hans hjá Hilmar hjá Ydda). Hans beit á hvørjaferð. Og meðan Hans við báðum hondum fastspentum á reyvarbollunum hjá sær stóð og oysti gor og gall niðan aftur móti Jákupi, vóru vit skjótir at útnytta hendan fordeilin við einum manni meir og skoraðu nøkur skjót mál.

Nógv bleiv gjørt burturúr tá hesir dystir blivu leiktir, spælt bleiv um ferðasteyp og ofta vóru eisini nógvir áskoðarar kring Glyvra-plen. Tað var enntá so professionelt, at uppá eitt tíðspunkt hendi tað mest óhugsandi sum kundi henda, at eitt leikaraskifti var úr GB til RB, og enntá fyri pengar. Haldi talan var um 100,- kr og leikarin var tvíburðin Peile (Niels Pauli hjá Hanna og Jolinu). Haldi tó ikki, at Peile náddi at leika nakran dyst við RB, til tess var øsingin á øllum Glyvrum, alt ov stór.

Teir sum mannaðu GB liðið um hetta mundi vóru: Henrik Weihe Joensen, Øssur Johannesen, Peile, Jan Berg Jørgensen, Sámal Hansen, Hendrik Egholm, Ólavur Jacobsen og undirritaði.

RB liðið sá nøkulunda soleiðis út: Jonhard Hansen, Hans Hansen, Kurt Rasmussen, Tummas Magnussen, Súni Fríði Johannesen, Thomas Arni Winthereig, Kartin Hansen, Fróði Davidsen, Uni Leitisstein Hansen, Fróði Við Rætt, Hans Petur Højgaard, Elian Hansen og Svein í Heiðunum.

Lamba dreingir (LB) og søldfirðingar (SB) høvdu eisini lið og hóast vit ikki hittust líka ofta og títt sum ímóti RB, so vóru vit úr GB ofta harinni og spældu. Teir komu eisini út á Glyvra-plen. Minnist serliga hvussu forkunnugt tað var at koma til Lamba at spæla, tí tá bleiv spælt á grasvølli, á eini fløtu beint niðriundir gamla skúlanum. Við á LB liðnum vóru m.a. synir Bjørn Finnson, Sjúrður og Bergmann umframt krumtappin Jákup Petur Gaardlykke.

Plenan við Søldarfjarðar skúla var heimavøllurin hjá søldfirðingum og har leiktu m.a. Dávur Jacobsen, Bergur Hansen, tvíburðarnir Rúni og Rógvi, Álvur Jacobsen, Elnar Rasmussen og Eiler Langaard.

Umframt at vera okkara paradís á jørð, so var Glyvra-plen eisini samlings- og snúnings punktið á Glyvrum um hetta mundi. Øll komu har. Genturnar ofta rundanum og uttanfyri vøllin við sínum hoppibondum og spølum. Foreldur sum komu og fóru við sínum børnum og oftani blivu hangandi til eitt longri prát. Onkuntíð hendi tað seg, at nakrir pápar eisini samlaðust til ein dyst og vit sluppu uppí, tað setti líkasum prikkin yvir tað heila.

Kann bara siga fyri meg sjálvan, at tað vóru ikki einans allir venjingartímarnir við NSÍ við vøllin í Runavík sum gjørdu, at ein kom so mikið langt á fótbóltsleiðini, sum ein nú einaferð kom. Tað sum gjørdi útslagið og munin vóru harafturímóti allir teir óteljandi tímarnir, bæði einsamallur sparkandi upp móti einum betongveggi og saman við øðrum, sum blivu brúktir á Glyvra-plen.

Takk fyri og góðan dyst øll somul!

Djóni

Greinin varð skrivað til leikskránna hjá NSÍ.

Share.

Skriv et svar