Áheitan: – Møtið fjølment til seinnu semifinaluna!

0

Hósdagin kl 15.00 hava leikarar brúk fyri allari hjálp teir kunnu fáa. Fyrri dysturin endaði 2-2 í Klaksvík, so útgangsstøðið til dystin er gott. Men uppgávan er trupul, og tískil hava leikarar brúk fyri øllum stuðli teir yvirhøvur kunnu fáa, so at NSÍ verður at síggja í steypafinaluni tann 26. august á Tórsvølli.

Heitt verður á ung og gomul, um at koma til dystin hósdagin kl 15.00 ímóti KÍ at stuðla NSÍ. Lat okkum í felag gera alt sum vit kunnu fyri at vinna felagnum eitt pláss í Steypafinaluni um Løgmanssteypið tann 26. august 2017.

Annars sum info kann nevnast, at árskortini ikki kunnu brúkast til hendan dystin, tey eru bert galdandi fyri landskappingardystir. So heitt verður á fólk um at hava pening við sær. Eisini fara umboð fyri NSÍ at selja lutaseðlar til hendan dystin, har vinningurin verður ein iPhone, seðilin kemur at kosta 10 kr. stk.

Samstundis vilja vit ynskja øllum vælkomnum til dyst við Løkin.

SAMAN STANDA VIT STERK!

Share.

Skriv et svar