Løgmanssteypið: – Vit eru í finaluni!

Tað varð lagt upp til stórdyst við Løkin í dag í seinnu semifinaluni. Sera nógv fólk vóru møtt til dyst.

Liðini høvdu ein 2-2 javnleik við sær á vøllin, so bólturin lá á hálvuni hjá klaksvíkingum at skapa dystin við byrjan. Hóast hetta, so kom NSÍ best frá byrjan, og síðani komu klaksvíkingar betri við sum dysturin leið.

Talan var um eina uppgerð, sum koyrdi aftur og fram, men í veruleikanum var NSÍ allatíðina á veg í finaluna. Tað endaði við einum 3-0 sigri, har Klæmint skoraði eitt og Árni tvey.

2-málsskjúttin Árni Frederiksberg hevði hesa viðmerking til dystin: – At koma í finaluna er nakað sum allir spælarar vilja. Tað er størsti einstaki dystur á árinum, og tað hevði verið fantastiskt at kunna komið til Runavíkar við steypinum.

Dysturin i dag spældi av akkurát soleiðis sum vit vónaðu; koma tíðliga á odda, og so satsaðu vit uppá kontra. Alt í alt eru vit ótrúliga væl nøgdir, sigur Árni at enda.

Vit síggjast í gulum á Tórsvølli 26. august 2017!

image

 

 

Líknandi tíðindi