Toppdystur við Løkin!

0

Mikudagin kl 18.00 er aftur oddabrak í Effo-deildini! NSÌ tekur á heimavølli ímóti KÌ. KÌ er sum flest øll vita oddalið í deilduni, so talan er um eitt orduligt brak av einum dysti mikudagin. NSÌ kann við einum sigri alvorliga blanda seg í oddastríðið í Effo-deilduni, og tað er sjálvand tað, ið allir leikarar ynskja.

Leikarar og venjarar ynskja hervið at heita á allar fjepparar um at møta upp og stuðla liðnum í hesum dystinum. Seinast hesi liðini møttust vann NSÌ 3-0 í Runavík, og vunnu sær pláss í steypafinaluni, nú er ynski at blanda seg í toppin í deildini, og vinna á KÌ.

Vónandi møta allir NSÌ fjepparar upp, og stuðla okkara dreingjum, tí stuðulin frá áskoðaranum ger stóran mun.

Øll skulu verða vælkomin til dyst mikudagin kl 18.00, og ynskja vit øllum ein góðan dyst.

Saman standa vit sterk!!!

 

 

Share.

Skriv et svar