U18: Dávid á Roykheyggi sendi NSÍ í finaluna í yvirtíðini!

Lagt varð upp til eina spennandi hálvfinalu, tá evnaríku U18-liðini hjá NSÍ og B36 brustu saman við Løkin.

NSÍ sat á tí mesta í fyrra hálvleiki, og tað var fult uppiborið, tá Steffan Løkin miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði NSÍ á odda. Hóast møguleikar vóru til at økja um leiðsluna, so var hálvleiksstøðan 1-0.

Í seinna hálvleiki javnaði spælið seg eitt sindur meira út, og tá eini 2 minuttir vóru eftir at spæla javnaði B36 til 1-1 eftir innlegg úr vinstru.

Tað gekk ímóti longdari leiktíð, men soleiðis skuldi ikki verða. Jógvan Højgaard legði horna innfyri, og við aftaru stong skallaði Dávid á Roykheyggi NSÍ í steypafinaluna, sum verður 25. august!

Sostatt eru tvey NSÍ-lið inntil víðari klár til steypafinalurnar, ið verða spældar 25. & 26. august. Effo-liðið hevur sum kunnugt spælt seg í finaluna eisini. Sum skilst, so hava okkara U16 og U14-lið enn møguleikan at gera finaluvikuskiftið enn meira gult. Tað hevði verið stuttliga við fýra gulum liðum í finalunum.

Vit gleða okkum!

Líknandi tíðindi