Dinamo Minsk – NSÌ

So stendur ein stór avbjóðing fyri framman. Hópurin er nú ávegis til Hvítarusslands, og har stendur ein risa avbjóðing og bíðar teimun, tá teir hósdagin skulu leika fyrra dystin ímóti Dinamo Minks. Tað er onki at ivast í at hettar er eitt sera gott lið NSÌ skal møta, td so kunnu fortelja at teir í løtuni eru nr 2 í kappingini í Hvítarusslandi, og hava ikki tapt ein dystsíðani 20 mai. Teir hava bert latið 8 mál inn seinastu 18 dystirnar teir hava leikt í ár, so hettar vísur at teir hava eitt sera sterkt lið. Teir hava skora 23 mál hesar dystirnar.

Vit vóna at tað fer at gangast okkara monnum væl á útivølli, og tað hevði verið stuttligt og spennandi fyri føroyskan fótbólt, um NSÌ kláraði at vinna seg víðari í kappingini. Men vit mugu verða realistisk, og kunnu bert vóna at vit totalt yvirraska 🙂 Men sum ein kendur maður segði: “bólturin er rundur, og vit eru 11 ímóti 11”

Vit ynskja øllum NSÌ ferðalagnum ein góðan túr, og allar bestu eydnu í dystinum hósdagin 🙂

Koyr á NSÌ

 

Niðanfyri er eitt youtube brot av okkara mótstøðu:

 

Líknandi tíðindi