Úr skotgrøvini: Jóan Petur Hentze, AB

0


Undan dystinum týsdagin hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Jóan Petur Hentze.

Navn og aldur:
Jóan Petur Hentze, 39.

Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum?
Ja, eg spældi við AB – vanliga í miðverjuni. Og eitt árið spældi eg við Fram.

Tín yndisleikari hjá AB?
Alex Mellemgaard – hann er ein ungur frískur verjuleikari.

Størsta løtan sum AB-fjeppari?
Eg vil siga – eitt sindur provokerandi – at tað var dysturin móti NSÍ við Løkin í fjør, tá AB vann 1-0.

Týsdagin møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt.
Eg ivist ikki í, at liðið er betri enn stigatalvan vísir.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum týsdagin?
Christian Høgni og Aristide.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður týsdagin millum NSÍ og AB?
1-1

Share.

Skriv et svar