|

Kom og stuðla NSÌ og føroyskum fótbólti!

Hóskvøldið kl 18.30 er seinni dysturin í Euro Leage á skránnið. Dinamo Minsk kemur at vitja á Svangaskarði. Sum flest øll vita, so endaði fyrri dysturin 2-1 til Dinamo Minsk, tískil er enn onki avgjørt. NSÌ kann við at vinna 1-0 spæla seg víðari í kappingini. Vónirnar hjá leikara og venjara eru góðar, og trúgva teir 100% uppá at tað letur seg gera at vinna seinna dystin.

Vit vóna at tað eru nógv viðhaldsfólk, sum møta upp á Svangaskarði hóskvøldi kl 18.30 (best er at møta í góðari tíð). Hettar er ein dystur vit hava tørv á allari hjálp, ið vit kunnu fáa rundan um vøllin, tískil er hettar ein innilig áheitan um allar fótbolts áhugaðar føroyingar, um at møta upp at stuðla NSÌ í hesi truplu uppgávuni. Vit trúgva uppá at tað ber til at vinna, men tørvur er á øllum góðum stuðli.

Sjálvandi elska vit eisini at síggja fólk í gulum, tað setir ein serligan dám á 🙂

 

Eisini fara umboð fyri NSÌ at selja húgvur (150,-) og turrikløð (100) áðrenn dystin, og ímeðan dysturin er.

 

Kostnaður er 100,- krónir fyri vaksin.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi