Greipan í eygsjón – Torbjørn Jacobsen (Tobbi), grein frá Vespuni til dystin í dag.

Onkursvegna er søguliga støðan hjá NSÍ í føroyskum fótbólti ein endurspegling av vøkstrinum í økinum, har felagið hoyrir heima og er staðsett. Hon er eisini ein avleiðing av ítróttarligu raðfestingini í oynni, táið felagið varð stovnað. Eysturoyggin var hitt seinasta av stóru økjunum í landinum, sum veruliga fór undir at raðfesta fótbóltin í mun til aðrar ítróttargreinar. Hondbólturin og kappróðurin lógu fremri. Stóra skiftið er, táið fuglfirðingar við ÍF fara úr meðaldeildini uppí meistaradeildina í 1971. Hetta hendir á leið trýfjerðingsøld eftir at TB, HB, KÍ, MB og VB byrjaðu hvørju megin við næstseinasta aldarskiftið. Teir gjørdust harvið guvutogarar á okkara leiðum, og hava síðani sleipað so mong liðini aftaná sær upp ígjøgnum lyftuna. So mong, at oyggin nú er meginbulurin í føroyskum fótbólti.

 

NSÍ hevur, síðani leikvøllurin á Mýrunum varð tikin í nýtslu, tikið risafet fram á leið. Tað tók nøkur ár at finna kjølfestuna, men hesi seinastu árini hevur felagið ment seg til at vera eitt av stórfeløgunum í landinum, sum roknað verður við, – bæði í landskappingini og í steypakappingini. Umframt tað hevur felagið ein ómetandi týdning fyri felagskensluna ímillum borgararnar á staðnum.

 

Gongdin hevur verið nakað skiftandi í ár, men ikki meiri enn tað, at felagið liggur á triðja plássinum í landskappingini (5 & 2 stig aftanfyri ávikavíst Víking og KÍ) og er komið í steypafinaluna.

 

Spælið hevur verið heilt gott í flestu dystum, tað boða málhagtølini og viðmerkingarnar frá serfrøðingunum eisini frá, men onkrir svipsarar hava eisini verið. Seinasti dysturin ímóti Skála, á Skála, var vanlukkuliga illa leiktur í illveðrinum ein summardag. Har syftust burtur 3 stig, sum høvdu verið kærkomin, nú endaspurturin fer at byrja. Í Fuglafirði seinasta vikuskiftið, sá tað í so forkølað út í byrjanini, kanska hugsaðu men um ein walk-over dyst, nú ÍF liggur í einum lágum konjunkturi, men har vóru altso tríggir opnir møguleikar, og man sat bara og takkaði Várharra fyri, at Clayton Soares ikki spælir fyri ÍF í ár, tí hann hevði fingið úrtøku úr í minsta lagi tveimum av møguleikunum. Ná, men vit komu afturíaftur, og tað brýnir sjálvvitsku og álit.

 

Nú eru 11 dystir eftir í EFFO-deildini. Nógv kann henda, eisini hjá teimum trimum oddaliðunum, men okkurt bendir á, at tey bæði seinastu vikuskiftini, í oktober mánaða, 15. og 21. oktober kunnu flyta nógv í oddinum. Tá skal NSÍ møta ávikavíst Víkingi í Runavík og KÍ í Djúpumýru í Klaksvík. Ein vika sum líkist einari grand finale.

 

Nú ræður um at leikarar og venjarar fara til hvønn dyst í landskappingini sum um, at hetta er ein finala. Vit hava bara vunnið meistaraskapin einaferð í 60 ár. Tað var júst fyri 10 árum síðani, táið felagið fylti hálvthundrað ár. Ikki hissini gáva tit kundu givið felagnum og býarbørnunum, um tað eydnast fyri aðru ferð í søgu felagsins – aftur í einum jubileumsári.

 

Hetta er kortini ikki einasta kennið felagið hevur undir borði í ovastu deildini. Leygardagin hin 26. august kl. 19:45 verður bríkslað fyri steypafinaluni 2017 á Tórsvølli. B36 hevur heimavøll og mótstøðuliði er NSÍ.

 

Hesin dysturin er ein av nógvum, og eigur ikki at órógva liðið í aðrar mátar, men hendan leygardagin seta vit øll segl fyri, til tað at vinna Løgmanssteypið einaferð enn. 15 ár eru ligin síðani NSÍ vann steypið seinast, í einum dysti, sum var vunnin 2-1 ímóti HB. Tann dagin ræður um, at maður og kona fara frá húsum, fyri at geva okkara monnum allan tann stuðul vit megna at geva teimum, ímóti einum B36-liði, sum als ikki skal undirmetast, hóast plaseringina í landskappingini. Ein finala er ein finala og líkist ongum øðrum dysti. Ongin tosar um no. 2, – the winner takes it all. Bert vinnarin kemur í søgubøkurnar.

 

60 ár er ongin aldur, soleiðis eigur ein 61 ára gamal maður at orða seg, men beista gott hevði tað verið, um felagsins menn í EFFO-deildini kundi givið okkum greipuna í hesum hátíðarári.

 

Møguleikin liggur til høgra beinið, og tað veldst í grundini bara um hvat liðið sjálvt megnar í tí sum eftir er av kappingini. Megna vit at halda stimanum, so er:

 

Greipan í eygsjón.

Líknandi tíðindi