Tóku ikki av!
Taptu greitt 4-1 í Gundadalið. HB skoraði 3 mál uppá 12 miní seinna hálvleiki. So nú mugu aðrir bollar í suppuna til dystin ímóti B36 mikukvøldið!
Taptu greitt 4-1 í Gundadalið. HB skoraði 3 mál uppá 12 miní seinna hálvleiki. So nú mugu aðrir bollar í suppuna til dystin ímóti B36 mikukvøldið!
Hóast tapið svíður so sera meint beint nú, kunnu vit ikki annað ann fegnast um spælið hjá NSÍ í dag. Og lat okkum sláa tað fast beinanvegin – okkara menn vóru klárt bestir á vøllinum í dag, og eiga teir allir sum ein rós fyri sítt avrik. Undan dystinum var eitt 2-1 tap í Havn…
NSÍ hevur í dag vunnið 2-1 á høgtflúgvandi víkingunum í Gøtu. Christian Høgni og Einar skutu okkara mál. Dystarfrásøgn við Marnari Pattinson: Eftir stórtapið í Klaksvík seinasta sunnudag skuldu okkara menn royna at reisa seg í dagsins dysti ímóti Víkingi. At spæla ímóti Víkingi er altíð trupult og í dag var einki undantak. Víkingarnir máttu…
Jákup Mortensen var formaður í NSÍ eitt langt tíðarskeið og hevur við familju síni verið og er týðandi partur av virksemi felagsins – bæði á vøllinum og uttanfyri. Hann er pápi gomlu NSÍ-kempuna Trygva Mortensen og abbi Jann Martin Mortensen, sum í dag stríðist mitt á miðjuni hjá Effo-liðinum. Navn og aldur? Jákup Mortensen, 70…
Unga stjørnuskotið hevur í kvøld skrivað nýggjan sáttmála við NSÍ, soleiðis at vit framvegis fara at síggja raska verjuleikaran við Løkin. Pætur Hentze er veruliga komin brestandi inn á pallin í bestu føroysku deildini. 18-ára gamli runavíkingurin kann spæla á báðum bakkplássunum, og hevur hann í ár veruliga bitið seg fastan á besta liðið hjá…
Samstarvið ímillum NSÍ og Glenn Ståhl er enda. NSÍ ynskir at takka Glenn fyri tíðina og arbeiði hann hevur gjørt í NSÍ, og vit ynskja Glenn alt tað besta framyvir. Ein lokal venjaraloysn er sett at taka sær av NSÍ liðnum, inntil ein onnur loysn er funnin. Nevndin hevur ikki fleiri viðmerkingar.
Sølvi Sigvardsen hevur í kvøld sett undirskrift á nýggjan 2 ára sáttmála við NSÍ. Sølvi er ein ungur leikari, og eri vit glað um at ungi og evnaríki leikarin nú hevur longt sáttmálan við NSÍ. Vit ynskja Sølva tillukku við sáttmálanum, og bestu eydnu í NSÍ.