Tóku ikki av!
Taptu greitt 4-1 í Gundadalið. HB skoraði 3 mál uppá 12 miní seinna hálvleiki. So nú mugu aðrir bollar í suppuna til dystin ímóti B36 mikukvøldið!
Taptu greitt 4-1 í Gundadalið. HB skoraði 3 mál uppá 12 miní seinna hálvleiki. So nú mugu aðrir bollar í suppuna til dystin ímóti B36 mikukvøldið!
NSÍ er vorðið limur í evropeiska felagsskapinum fyri fótbóltsfeløg, European Club Association, ECA. NSÍ og B36 eru higartil einastu føroysku umboðini í felagsskapinum. Felagsskapurin vaks úr G14-samstarvinum og varð formelt viðurkendur av UEFA og FIFA í 2008. ECA hevur 144 limafeløg úr teimum 53 limatjóðunum í UEFA. Formaður í ECA er fyrrverandi týski stórleikarin Karl-Heinz…
Les formansins orð um hendan serliga heimadyst. Edmund Wiliamson sigur frá einum dysti hjá dreingjum í NSÍ, tá hann sum venjari við leskidrykki og tuflum vendi dystinum frá tapi til sigurs. SAMAN STANDA VIT STERK Leikskráin, TAK NIÐUR
NSÍ vann stórsigur á AB á Argjum í dag. Endaliga úrslitið var 0-7, men tað kundi eins væl verið størri. Dysturin í dag var besta dømi um, hvat hendir, tá alt riggar hjá øðrum liðinum og einki hjá hinum. NSÍ byrjaði við hesum 11: Andras, Jónhard, Per, Jens, Einar, Árni, Sjúrður, Magnus, Andy, Jann Martin…
Eins og seinasta ár skipar NSÍ fyri stórum familjudegi við Løkin nú leygardagin 3. september. Tak faldaran niður her (651 kb pdf). Hópin av spennandi tiltøkum eru fyri alla familjuna. Vælumtøktu tættirnir, morguntúrurin út á Toftavatn við avdúking av ársins vespu, morgunmatur og køkukappingin verða sjálvandi á skránni. Lokali stoltleikin fekk eitt skot fyri bógvin…
Ársveitslan hjá NSÍ verður 6. oktober kl. 19 í Hæddini. Á skránni eru m.a. Vælkomstdrykkur Smyrjibreyð Undirhald Ársins leikari Ársins stjørnuskot Dansur við Punktum Atgongumerki kosta kr. 150,- og eru til keyps í Bókabúðini.