Tóku ikki av!
Taptu greitt 4-1 í Gundadalið. HB skoraði 3 mál uppá 12 miní seinna hálvleiki. So nú mugu aðrir bollar í suppuna til dystin ímóti B36 mikukvøldið!
Taptu greitt 4-1 í Gundadalið. HB skoraði 3 mál uppá 12 miní seinna hálvleiki. So nú mugu aðrir bollar í suppuna til dystin ímóti B36 mikukvøldið!
Tvær av okkara ungu stjørnum, Kristian Joensen og Klæmint A. Olsen, eru í hesum døgum á venjingarlegu við føroyska a-landsliðinum á La Manga. Føroyar leiktu málleysan javnleik móti Real Murcia úr næstbestu sponsku deildini í gjár. Og í morgin skulu Føroyar og La Union úr triðbestu sponsku deildini spæla. Umframt okkara Klæmint og Kristian eru…
Pætur Hentze hevur longt sáttmálan við NSÍ. Nýggi sáttmálin er galdandi til og við 2022. Vit eru fegin um at Pætur hevur longt við barndómsfelagið. Pætur er og verður ein NSÍ-ari. Vit ynskja Pætur tillukku við sáttmálanum, og bestu eydnu.
NSÍ tapti 3-0 á Víkingi í Gøtu í kvøld. Finnur Justinussen skoraði øll málini. Hóast endastøðan ljóðar greið, var dysturin tættari enn so. Hjá NSÍ byrjaðu hesir inni: Andras, Jónhard, Jens, Einar, Monrad, Andy, Haraldur, Magnus, Árni, Jann Martin og Klæmint. Líkindini vóru góð í Gøtu. Tó skuldu leikararnir venja seg við, at bólturin ferðaist…
Fjepparin hesa ferð er Johnny Lamhauge, sum mangan er at finna handan leiktjøldini í hondbólti og øðrum ítrótti her á staðnum, og sum altíð er fúsur at rætta ein hjálpandi hond. Navn og aldur? Johnny Lamhauge, 29 ár Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar? Ja, rímuliga…
Síðani 2-0 sigurin á HB á Eystanstevnu seinasta leygardag hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum. Ikki óvæntað varð liðskiparin og tvífaldi málskjúttin, Christian Høgni, valdur til dagsins mann. Christian Høgni fekk heili 51% (183 atkv.) av teimum 362 givnu atkvøðunum. Samlaða atkvøðutalið er tað hægsta higartil. Eitt so greitt val av…
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 19.45 [poll id=”102″]