Enn ein stór avbjóðing mikudagin.

0

Mikudagin kl 18.00 skal NSÌ aftur í Gundadal. Hesuferð er aftur talan um eina risaavbjóðing, tá NSÌ skal møta B36. Fyri NSÌ hevur tað stóran týdning at fáa stig úr hesum dystinum. B36 kann við einum sigri yvirhála NSÌ á stigartalvuni, tískil er uppgávan stór. NSÌ má reisa seg aftur, og steðga góðu gongdini hjá B36.

Vónandi koma nógvir áskoðara suður í Gundadal at stuðla NSÌ mikudagin. Hettar er jú ein forsmakkur uppá steypafinaluna, og hevur tað týdning at fáa eitt gott úrslit. Hettar úrslitið fáa vit um vit standa saman! Koyr á NSÌ!

Share.

Skriv et svar