NSÍ limur í European Club Association

0


NSÍ er vorðið limur í evropeiska felagsskapinum fyri fótbóltsfeløg, European Club Association, ECA. NSÍ og B36 eru higartil einastu føroysku umboðini í felagsskapinum.

Felagsskapurin vaks úr G14-samstarvinum og varð formelt viðurkendur av UEFA og FIFA í 2008. ECA hevur 144 limafeløg úr teimum 53 limatjóðunum í UEFA. Formaður í ECA er fyrrverandi týski stórleikarin Karl-Heinz Rummenigge.

Felagsskapurin setti seg í samband við NSÍ í samband við evropeiskt lutakast fyri nøkrum árum síðani, og er NSÍ nú fullur limur í felagsskapinum.

Endamálið hjá felagsskapinum er m.a. at umboða limafeløgini mótvegis altjóða fótbóltssamgongunum og at geva teimum ráðgeving innan nógv ymisk øki.

Limaskapurin gevur eisini atgongd til kontaktpersónar hjá øllum limafeløgunum. Felagsskapurin skipar fyri evropeiskum fundum og økisfundum.

NSÍ væntar, at limaskapurin í ECA fer at hjálpa NSÍ at hava fingurin á pulsinum, tá umræður altjóða mál innan fótbólt, og at limaskapurin samstundis fera at lata dyr upp fyri NSÍ hjá feløgum kring Evropa.

Nógv meira fæst at vita um felagsskapin á heimasíðuni www.ecaeurope.com.

Share.

Skriv et svar