Taptu aftur í Gundadali…

Gundadalur er og hevur ikki verið góður fyri NSÌ, og aftur í kvøld fór NSÌ av vøllinum við einum 2-0 tapi. NSÌ byrjaði dystin rættuliga verjukent, og kláraðu allan 1 hálvleik at halda B36 frá mál møguleikum, so NSÌ liði stóð seg væl defensivt í fyrra hálvleiki. B36 skoraði til 1-0 tíðliga í seinna hálvleiki við einum hornasparki, sum Símin Rógvi boksaði í málið. Símin Rógvi vildi hava fríspark, og tað sá eisini út sum um, at so átti at verða, men dómarin dømdi mál, so her nyttaði ikki at brúka meira orku uppá tað. Hettar var sera keðiligt fyri uppleggið hjá NSÌ til dystin, tí nú var NSÌ aftanfyri 1-0, og vóru noyddir longur framm á vøllin. NSÌ megnaði eisini at trysta B36 í seinna hálvleiki, men tíverri uttan at fáa nakað burturúr. Tá eini 15 minuttir skoraði B36 so til 2-0, og faktiskt punkteraðu dystin. Sostatt endaði dysturin 2-0 til B36.

Nú eru so 8 dystir eftir í Effo-deildini, og tíbetur hevur NSÌ møguleikan at reisa seg aftur longu nú sunnudagin á heimavølli ímóti EB-Streymi. Eisini kunnu vit fegnast um, at NSÌ ongan dyst hevur eftir í Effo-deildini í Gundadali í ár.

Vit reisa okkum aftur, og fara nú eftir at vinna teir seinastu 8 dystirnar, sum eftir eru, og sjálvandi Steypafinaluna leygardagin 26 august á Tórsvølli.

Lat okkum øll standa saman, og stuðla og hjálpa okkara monnum, vit koma sterkt aftur. Saman standa vit sterk, og koyri nú á dreingir!

Líknandi tíðindi