Magnus Rasmussen: Hví eri eg NSÍ-fjeppari? (Grein frá leikskránnið)

0

Nógvir NSÍ-fjepparar eru, og tað er gott. Men, hví ert tú NSÍ-fjeppari, og hví eri eg NSÍ-fjeppari?

Eg veit ikki, hví tú ert NSÍ-fjeppari, men eg kann siga tær, hví eg eri NSÍ-fjeppari. Søgan er í heilt stuttum hendan:

Sum smádrongur sparkaðu vit nógv bólt í bønum í Lamba, og tá eg sigi vit, so vóru tað bæði dreingir og gentur, stór og smá, ja øll sluppu upp í spælið. Hetta gekk mest fyri seg á einum stórum fløtti mitt í bygdini, og fløttin átti Klæmint Nónklett, bóndi. Vit sparkaðu nógv um várarnar, men tá seyðurin fór av bønum uml. ½ mai sluppu vit ikki at sparka har, tí tá skuldi grasið fáa frið at vaksa fyri síðani at verða sligið og koyrt í surhoyggjabrunnin um ólavsøkumundið. Tá kom fótbólturin aftur á skránna, og tað heilt út á heystið, til veðrið ikki loyvdi tí meira.

Lambabørn gingu fyrstu árini í Søldarfjarðar skúla, men um 10 ára aldur fluttu vit út í Glyvrar skúla at ganga, og har var ovara plen ella Glyvra-plen, sum nógv kallaðu hana. Hetta var heilt fantastiskt. Ein deilig plen: Hon var púra sløtt og hevði hondbóltsmál, sum høvdu net. Á den framburður. Samstundis, sum vit komu úr Søldarfjarðar skúla, ja so komu eisini javnaldrarnir úr Rituvíkar skúla til Glyvrar at ganga. Skjótt rann saman millum okkum javnaldrarnar, bæði innan- og uttandreingir. Vit elskaðu at sparka, og fótbólturin var okkara stóra felagsmál. Í fríkorterunum og øllum øðrum fríløtum í skúlatíðini sparkaðu vit á ovaru plen, og okkurt kvøldið var eisini brúkt har – meiri enn so.

Beint um hetta mundið verður fótbóltsvøllurin í Runavík gjørdur og tikin í nýtslu. Og nú byrjaði eitt nýtt kapittul í Runavík ella rættari á vøllinum í Runavík – grúsvøllinum also. Vit javaldrarnir hittust nú á vøllinum í Runavík eftir skúlatíð til fótbólt, og fótbóltsspælið og annars alt annað, sum hendi við vøllin, sameindi okkum enn meiri og felagskenslan, nú vit allir fóru at spæla við NSÍ styrknaði munandi.

Hetta var allar fyrst í sjeytiárunum, og nógv ár eru runnin síðan tá, men skal eg nevna nakrar av mínum javnaldurum, sum saman við mær vóru virknir tá, so komi eg beint nú í tankar m.a. um hesar:

Tórálvur Danielsen, Sjúrður Knudsen, Ingolvur Olsen (nú Gunnarson), Eyðun Gaardbo, Jógvan Højgaard, Poul Jóhan Lamhauge, sáli, Jan Hammer, sáli, Jón Johannesen, Sigmar Davidsen, Sunnleif Nielsen, Jeffri Johannesen, Tom Skaale, Tór Skaale, Jóhannus Steingrund, Leif Einarsson, sáli, Kári E. Jacobsen, Bill Justinussen og Símun P. Jacobsen.

At hava fingið ein heilan fótbóltsvøll at sparka á var einki minni enn fantastiskt. Og so ikki at gloyma, at tá vit komu at venja, ja so var venjari har – tað kendu vit einki til frammanundan. Var ikki veður at skifta klæði úti, so fóru vit bara niðan í kjallaran hjá Jákup Mortensen at skifta. Fyrstu venjararnir, sum eg hevði vóru Tummas Jacobsen og Dánjal Gaardlykke. Jákup Mortensen var eisini altíð til reiðar við eini venjing. So fingu vit eisini NSÍ-draktir: buksur, blusur og hosur. Tá so vikuskiftið kom, og vit skuldu spæla dyst aðrastaðir enn í Runavík, ja so allir avstað saman í bussi, og har ikki var landafast mátti siglast við fergu og onkuntíð var neyðugt at gista eisini. Nógvir góðir og minniligir túrar eru festir í sinnið – túrar har vit høvdu tað hugnaligt, spennandi, stuttligt og læruríkt saman sum lið og saman við venjarunum.

Hetta, at tú sum smádrongur gerst partur av einum so góðum felgsskapi sum NSÍ er, tað hevur fylgt mær heilt til hendan dag. Fært tú eina góða uppliving og gott verður lagt í beinið hjá tær sum smádrongi, ja so gloymir tú hetta ongantíð, nei ongantíð – hetta fylgir tær restina av lívinum. Eg eri NSÍ-fjeppari um ein háls, og tað broytist ikki, líkamikið um NSÍ hevur viðgongd ella mótgongd.

NSÍ hevur givið mær vinir, felagskenslu, upplivingar og lærdóm, sum eg ikki hevði fingið aðrastaðir, og hetta eru so grundleggjandi virði í lívinum, so eg kann ikki annað enn vera góður við NSÍ.

Einaferð NSÍ-ari altíð NSÍ-ari!

Góðan dyst!

Magnus

Share.

Skriv et svar