Vit vilja vinna!

Nú nærkast alvorliga til tað stóra brakið á Tórsvølli. Leygarkvøldið kl 19.45 er stóra brakið, tá NSÌ og B36 møtast í finaluni um Løgmanssteypið. Karmarnir rundan um hendan dystin verða heilt fantastiskir, og er hettar uttan iva stórsti dysturin í árinum. Ein finala, har øll lið ynskja at luttaka í. Vit eru fegin og stolt av, at NSÌ í ár hevur megnað at spælt seg í finaluna. Spenningurin er øgiligur, og ein kann róliga siga at fótbóltsebur er í Runavík í hesum døgum.

Àskoðarar hava koyrt eystari arm í komununi upp og niður, við fløggum, larmi, floytum osv. Øll standa saman um hendan stóra dagin, og leygardagin forsetur alt frá kl 15.00 við Løkin. Tá verður skipa fyri upphiting, har ein rúgva er á skránnið.

Vit gleða okkum øll til dagin, og vónirnar eru góðar til finaluna, vit vilja vinna! Samanhaldi ímillum áskoðarar og leikarar skal bera okkum á mál, og saman standa vit øll sterk.

Sjálvandi skulu vit heldur ikki gloyma hinar báðar finalurnar, sum NSÌ eisini er umboða í. Kl 19.00 í kvøld spælir U18 finalu ímóti HB, og í morgin kl 13.00 spælir U14 finalu ímóti HB.

Vit ynskja allar bestu eydnu til øll liðini hjá NSÌ, og vóna at øll liðini fáa eina góða og stuttliga uppliving á Tórsvølli.

Koyr á NSÌ, og saman standa vit sterk! Vit vilja vinna!

Líknandi tíðindi