Takk fyri hjálp og stuðul í samband við steypafinaluna!

Stóra takk fyri alla tað hjálp, ið vit hava fingið til steypafinaluna, bæði áðrenn og aftaná. Tað vóru sera nógv fólk, sum sjálvboðin hjálptu til at gera dagin fantastiskan. Takk til tykkum øll sum hjálptu til henda dagin.

Eisini takk til allar áskoðarar, sum vóru við til at stuðla NSÌ. Tit vóru øll við til at lyfta liðið. Tit vóru øll við til at vinna dystin. VIT ERU STEYPAVINNARAR 2017!

Stóra takk fyri øll somul, tað loysir seg at standa saman. Takk fyri stuðul og hjálp.
Saman standa vit sterk um NSÌ!

Nevndin í NSÌ

Líknandi tíðindi