Líknandi tíðindi
Jann Martin Mortensen longt sáttmálan við NSÍ
Jann Martin hevur longt sáttmálan við NSÍ. Jann Martin er ein av okkara royndu leikaraum, og hevur hann spælt yvir 200 dystir í bestu deildini. Vit eru fegin um at Jann Martin framvegis umboðar NSÍ, og ynskja honum tillukku við sáttmálanum og góða eydnu.
Seks leikarar úr NSÍ úttiknir til Føroyska U-17 landsliðið
Í døgunum 5. til 11. august verður árliga Norðurlandameistarakappingin fyri U16-landslið við dreingjum. Í ár verður kappingin í Hamar í Norra. Føroyska U16-landsliðið er komið í bólk saman við Finnlandi, Norra og Onglandi, sum er gestalið til NM-kappingina. Fyrsti dysturin hjá føroyska U16-liðnum verður í mánadagin 5. august. Í hesum sambandi hava U17-landsliðsvenjararnir, Áki Johansen…
Klæmint NSÌ ari til og við 2014
Fremsti málskjúttin hjá NSÍ, 21 ára gamli Klæmint A. Olsen, hevur í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið, so hann heldur fram sum NSÍ-ari til og við kappingarárið 2014. – Tað er gleðiligt fyri bæði felagið og plássið, at vit fáa longt sáttmálan við besta framherjan í føroysku kappingini, og vit eru sera fegin…
NSÍ og Kia (Bergmotors) hava gjørt stuðulsavtlau.
NSÍ og Kia (Bergmotors) hava gjørt stuðulsavtalu, sum er galdandi fyri 2018 og 2019. Vit eru fegin um at Kia (Bergmotors) ynskja at stuðla NSÍ, og takka vit mangan ferðir fyri stuðulin. Vit síggja framm til eitt gott samstarv við Kia (Bergmotors) komandi 2 árini.
Jann J Benjaminsen longt við NSÍ
Jann Benjaminsen hevur í kvøld longt sáttmálan við NSÍ. Jann hevur hóast sín unga aldur longu leikt 78 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ í bestu deildini, og avtrat tí steypadystir og Evropa Leage dystir. Ein sera góður og evnaríkur leikari, sum vit vóna at síggja nógv til í framtíðini. Nú hevur Jann longt sáttmálan…
Brøndby Cup: U-15 tapti móti Kolding í dag
U-15 liðið tapti 1-0 móti Kolding. Úrslitið gav ikki eina rættvísa mynd av dystinum, tí tað vóru í veruleikunum føroyingarnir sum høvdu teir stóru málmøguleikarnar, men megnaðu ikki at skorað. Venjarnir Eli og Mathias, høvdu valt at geva teimum leikarum, sum ikki hava spælt so nógv, møguleikan at vísa sínar dygdir frá leikbyrjan. Tað gekk…