Betuel Hansen hevur skriva undir nýggjan sáttmála við NSÌ.

Betuel Hansen hevur í kvøld skriva undir nýggjan 2 ára sáttmála við NSÌ. Betuel hevur í ár alvorliga tikið av møguleikanum á NSÌ liðnum, og er hann blivin ein sera sterkur miðvallari, sum er ein drívkraft á NSÌ liðnum. Hann hevur ment seg sera nógv seinastu árini, og er í ár ein av lyklaleikaranum á NSÌ liðnum. Betuel Hansen hevur eisini umboða øll ungdómslandsliðini ígógnum árini, og í ár hevur hann umboða U21 landsliðið,  og skjótt verða allarhelst eisini boð eftir Betuel til A-landsliðið

Vit eru fegin um at Betuel Hansen velur at forseta sína fótbólts framtíð í barndómsfelaginum, og ynskja Betuel alt tað besta framyvir, og hjartaliga tillukku við nýggja sáttmálanum.

 

Líknandi tíðindi