Dumpaðu á heimavølli ímóti Skála

Tíverri gekk tað heldur ikki hesuferð. 2 tap og ein javnleik ímóti Skála hettar kappingarárið. Hettar eru dýr stig at hava tapt, tí nú er munurin 9 stig upp til Víking, sum er nr 1 í Effo-deildini. Men ikki nyttar at gráta um spilta mjólk, NSÌ tapti 4-3 í gjár, og meira er ikki at siga um tað.

NSÌ er nú dottið niður á 4 plássi, tí B36 vann sín dyst, og hevur nú 2 stig fleiri enn NSÌ.

Tað mugu aðrir bollar í suppuna komandi dystirnar, tí hettar var snøgt sagt ikki gott nokk.

Líknandi tíðindi