Vit eru øll NSÌ, grein frá Dan Lamhauge til Vespuna.

1994, lunnar lagdir undir eina bjarta framtíð fyri NSÍ.

Eg var bara 7 ára gamal, tá eg møtti til fyrstu venjingina við smápiltunum hjá NSÍ. Pól Jákup Poulsen og eg komu úr Lamba, har vit plagdu at sparka í bønum. Bólt høvdu vit keypt í handlinum á Langanesi. Peningin fingu vit við at selja fløskur, sum vit høvdu heintað fram við vegnum.

Merkisvert var, at vit vóru so fáir í mínum árgangi, 1975, sum sparkaðu bólt. Harry, Ian og eg hildu longst á. 1976 var ein serliga sterkur árgangur. Hesin árgangurin lyfti NSÍ frá at vera eitt lið, sum annaðhvørt ár vann aðru deild og tapti fyrstu deild, til at stabilisera seg í bestu deildini. Sjúrður á Langanesi, Dánial Hansen, Jónstein Petersen, Kári Hansen, Eyðstein Skipanes og Anton Højgaard kunnu nevnast.

Skal eg nevna eina minniliga hending frá fyrstu árunum sum NSÍari, so var tað ein dag við grimdarregni, tá vit leiktu móti HB í Havn. Regn og grúsvøllur vóru ikki tespilig blanding. Tað vóru vit og HB heldur ikki. Hendan dagin vunnu havnardreingir 25-0 móti okkum. Gott, at vit ikki spældu meira enn tvær ferðir 15 minuttir. Hetta HB-liðið var krútsterkt øll árini í ungdómsdeildunum, og fleiri leikarar royndu seg í bestu deildini, tá teir fingu aldur til tess. Vit komu tó fyri okkum. Í dreingjadeildini eydnaðist okkum at vinna silvur. Magnus Rasmussen var venjari.

So komu vit til 1994. Unglingadeildin hevði tá 3 árgangir og eg var í elsta árganginum. Vit vunnu okkum pláss í finaluni um Thomas Dam steypið hetta árið. Finalan varð leikt í Norðagøtu. Mótstøðuliðið var okkara marrulið. HB hevði vunnið allar kappingar í okkara árgangi gjøgnum øll árini, og nú skuldu vit basa teimum í sjálvari finaluni. Tað var sama liðið, sum vant úr okkum hin regndagin í smápiltadeildini. Tað vóru ikki stórar vónir til okkara hetta mikukvøldið seinast í juni í Norðagøtu. Hóast tað, so høvdu fleiri áskoðarar leitað sær inn at hyggja.

Venjari hjá okkum hetta árið var ein ung útgáva av Trygva Mortensen. Longu tá vísti hann førleikar at stýra einum liði, at lesa mótstøðuliðið av og at hava eitt taktiskt snildi. Hann hevði ein “gameplan”. Eina ætlan fyri júst hendan dystin. Vit skuldu allir vera í NSÍ yvirklæðum og síggja gott út. Tað fekk hitt liðið at hava virðing okkum og okkum sjálvar at kenna okkum sum eina eind.

Vit fingu eina katastrofu byrjan. Longu í øðrum minutti legði Julian Johnson HB á odda 1-0, og havnardreingir mundu kenna seg tryggar við støðuna. Teir vóru so vanir at vinna á okkum. Men, so hendi nakað, sum torført er at greiða frá. Vit fóru at arbeiða sum eitt lið. Lógu í øklunum á mótstøðumonnunum og kempaðu og stríddust hvør fyri øðrum. Tað gekk ikki so long tíð, so høvdu vit javnað. Jónstein fór við fullari ferð – og tað var skjótt – fram í vinstru og legði inn til ein púra frían Ian, sum lætt skoraði. Stutt eftir var sama uppskrift. Jónstein rykti fram og fekk skot á, men málverjin hálvbjargaði og bólturin støkk út til Ian, sum skoraði til 2-1. Beint fyri hálvleik vóru teir báðir aftur upp á spæl. Hesaferð sendi Ian Jónstein avstað, og Jónstein skoraði trygt til hálvleiksstøðuna 3-1 til okkum. Vit høvdu HB, hetta fantastiska liðið úr høvuðsstaðnum, á knøunum. Endin var, at vit vunnu fult uppiborið 4-1 og kundu lyfta steypið. Eyðstein Skipanes skoraði seinasta málið. Talan var um eitt dundur langskot á stongina og inn. Hetta steypið varð síðani vunnið tvær ferðir aftur at upp í slag og stendur tí í steypaskápinum hjá NSÍ sum ogn. Deilig kensla.

Nakað av tí sama var at síggja á Tórsvølli 26. august í ár. Vit sóu eitt NSÍ-lið, har menn arbeiddu grót hart hvør fyri øðrum, runnu nakrar metrar eykað fyri síðumannin, tóku nøkur knups fyri liðið og vunnu at enda uppiborið á einum krút sterkum B36-liði. Sigurin er so nógv søtari, tá ein noyðist at stríðast fyri honum. Steypafinalan hevur knýtt okkum sum felag nógv tættari hvør at øðrum. Seinastu tvær vikurnar hava vit øll sungið “Vit eru øll NSÍ”, og tað er júst tað, sum er hent. Vit eru øll NSÍ og vit hava víst, at saman standa vit sterk.

Nú er so bara eitt steyp eftir at spæla um í ár. Vísa vit sama áræði, sama stríðsvilja, sama stuðul, sama felagsskap komandi 7 landskappingardystirnar, so kann 60 ára hátíðarhaldið blíva óvanliga stuttligt. Koyrið á dreingir, saman standa vit sterk.

 

 

 

 

Líknandi tíðindi