|

Pól Jóhannus Justinussen longt sáttmálan við NSÌ.

Pól Jóhannus Justinussen hevur í kvøld skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála við NSÌ. Pól Jóhannus telist í millum teir royndu leikararnar á NSÌ liðnum, hóast hann bert er 28 ára gamal, so hevur hann leikt 227 dystir í bestu deildini umframt steypadystir osv. Pól Jóhannus hevur eisini leikt Europa Leage og Champions Leage dystir, og hevur eisini leikt 27 landsdystir fyri føroyska A-landsliðið. Tí hevur Pól Jóhannus við sínum royndum stóran týdning fyri NSÌ liðið, og tað er gleðiligt at okkara egnu stuðulsleikarar ynskja at forseta í NSÌ. Pól Jóhannus hevur í ár spælt 21 dystir, og hevur skotið 5 mál fyri NSÌ og hevur mangan verði ein skansi á miðvøllinum hjá NSÌ.

Tað er gleðiligt at vit sleppa at síggja Pól Jóhannus í gulum í minst 2 ár avtrat 🙂

Vit ynskja Pól Jóhannus tillukku við nýggja sáttmálanum, og ynskja honum góða eydnu framyvir í tí gula búnanum 🙂

Koyr á NSÌ.

Líknandi tíðindi