Seyðaseðilin er trektur!
So var seyðaseðilin trektur. Um tú hevur vunnið, so er at ringja tlf 597230.
NSÌ takkar fyri stuðulin.
Til ber hjá fólkið, ið ikki hevur møguleika at koma á Svangaskarð at síggja dystin. Tryst á leinkjuna niðanfyri. www.fsf-livestream.com Her hava øll møguleika at síggja dystin. Tó vóna vit at fólk heldur velur at koma á Svangaskarð at hyggja eftir dystinum.
U19 landsliðsvenjararnir, Ábraham Løkin og Eli Hentze, hava úttikið teir 18 leikararnar, sum skulu manna føroyska hópin til komandi EM undankapping fyri U19 landslið í Portugal. Ein av okkara evnaríku spælarum, 18 ára gamli Arni Gregersen er millum úttiknu leikararnar. Umframt at spæla á unglingaliðnum hjá NSÌ, hevur Arni eisini spælt teir flestu dystirnar á 1…
Heimasíðan kann hervið kunngerða, at NSÍ hevur gjørt avtalu við tveir nýggjar leikarar, sum báðir eru gamlir kenningar í felagnum. Fyrri leikarin er Høgni Madsen, ið fyri kortum gjørdist leysur av B36. Høgni var í 2009 ein partur av felagnum, og leikti tá 15 dystir. – Hann er ein hart arbeiðandi leikari, ið við sínum…
U21 liðið hjá NSÍ vann í gjár 12-0 á heimavølli ímóti EB Streymi. EB-Sreymur var sum flest øll vita annað liðið (hitt liðið var HB) í steypafinaluni í ár, so sigast má at hettar var ein sera góður sigur. NSÍ liggur á 2 plássi í kappingini við 27 stigum fyri 11 dystir. AB er nr 1 við 34…
Týsdagin 25. apríl kl. 14 verður flaggdagshald við Skótahúsið við Løkin. Um veðrið ikki er til vildar, verður haldið í Skótahúsinum. Heitt er á øll ítróttarfeløg um at møta við Skúlan við Løkin kl. 13.30, og síðan fer skrúðgongan niðan til Skótahúsið við Løkin, har Bjørt Samuelsen kemur at bera fram røðu. Vónandi síggjast nógvir…
Aðalfundurin hjá NSÍ verður mánadagin 17 februar í NSÍ hølinum. Skrá sambært lógum felagsins. Eisini er uppskot um viðtøku broyting í felaginum, og tí verður eyka aðalfundur beint eftir aðalfundin, um aðalfundurin ikki er viðtøkuførur.