|

Andri Benjaminsen longt sáttmálan við NSÌ

Enn ein ungur evnaríkur leikari hevur í dag longt sáttmálan við NSÌ. Andri hevur í kvøld skriva undir nýggjan 2 ára sáttmála við NSÌ.

Andri hevur í ár verið partur av Effo hópinum hjá NSÌ, og hevur hann fleiri ferðir víst sinar góðar eginleikar á vøllinum. Vit fegnast um at Andri ynskjur at halda framm í NSÌ, og gleða okkum at síggja meira til hansara dygdir á vøllinum. Vit ynskja Andri Benjaminsen tillukku við nýggja 2 ára sáttmálanum.

Líknandi tíðindi