|

Petur Knudsen longt sáttmálan við NSÍ.

Enn ein av okkara egnu hevur longt sáttmálan við NSÍ. Petur Knudsen er U21 landsliðsspælara, og er ein sera evnaríkur leikari, sum nú hevur longt sáttmálan við NSÍ.

Hóast Petur bert er 19 ára gamal, so hevur hann alvorliga sett sítt navn í fótbóltsbøkurnar. Ímillum annað skoraði hann ein fantastiska flott frísparksmál á útivølli ímóti Dinamo Minsk fyrr í ár. Hóast sín ugna aldur, so hevur Petur longu luttikið í 68 dystum fyri besta liðið hjá NSÍ. NSÍ fær so gleðina av fótbóltsevnunum hjá Peturi frammyvir, nú Petur hevur skrivað undir nýggjan sáttmála.

Vit ynskja Petur Knudsen tillukku við sáttmálanum, og ynskja honum góða eydnu víðari í NSÍ.

 

Líknandi tíðindi